Talgildu royndirnar ganga væl í dag

í gjár vóru trupulleikar við talgildu royndum fólkaskúlans. í dag gongur betri.

Í gjár frættist um tekniskar trupulleikar, nú næmingar í fólkaskúlanum eru til jólaroynd í hesum døgum.

 

 

Royndirnar eru talgildar, og tað er meira enn so komið fyri, at trupulleikar hava verið.

 

Les eisini:

http://www.in.fo/news-detail/aftur-trupulleikar-vid-talgildu-royndunum/ 

 

Í gjár vóru trupulleikar, og arbeit varð, sum skilst, út á kvøldið í gjár við at fáa alt í rættlag. Og hetta tykist hava givið úrslit, tí í dag hevur gingið sum eftir ánni.