Talgilda heilsuskipanin er ein tøknilig kollvelting av informatións- og arbeiðsgongdum í heilsuverkinum. Hon bindur kommunulæknarnar og starvsfólkini á øllum sjúkrahúsunum saman í eina samanhangandi informatiónsskipan, har allir neyðugir upplýsingar um sjúklingin finnast, og sum tey autoriseraðu heilsustarvsfólkini fáa atgongd til í somu løtu, tey skulu brúka teir.
Ítøkilig dømi um stóru fyrimunirnar
Hvat alt hetta snýr seg um, kann kanska best lýsast við nøkrum ítøkiligum dømum:
Viðgerðin av sjúklingum verður samskipað frá fyrstu ferð teir fáa samband við heilsuverkið – frammanundan lógu journalir spjaddar í ymiskum arkivum, í ymiskum líki, við ymiskum upplýsingum og við ymiskari uppdatering.
Skjótari og lættari hjá heilsustarvsfólkunum at fáa fatur á teim røttu og dagførdu upplýsingunum, og í rættari tíð. Tað slepst undan seinkandi spilltíð at leita í ymiskum journalum, og hartil veit heilsustarvsfólkið, at nú eru upplýsingarnir altíð komplettir.
Minni vandi fyri feilum, størri effektivitetur, betri kvalitetur og minking av fløskuhálsum millum ymiskar partar av heilsuverkinum.Tað gevur betri møguleikar fyri at sjúklingurin kann fáa ta røttu viðgerðina skjótast gjørligt.?
Sum dømi kemur ein hjartasjúklingur inn akutt – nú ber til at síggja, um hann hevur verið hjá kommunulækna, evt. hvat medisin hann hevur fingið ordinerað umframt aðrar hjálpiupplýsingar frá kommunulæknanum.
Ávaringarupplýsingar koma at standa fremst í upplýsingunum. Kemur heilsustarvsfólk t.d. til at ordinera skeivt medisin, sum sjúklingurin ikki tolir, so reagerar og ávarar skipanin, eisini um man ordinerar medisin, sum mótvirkar ella forsterkar medisin, man fær frammanundan.
Man sleppur undan at taka royndir sum t.d. blóðroyndir og røntgenkanningar uppí saman aftur, ella geva somu forkláringar uppísamanaftur, um man skal frá einum heilsustarvsfólki til eitt annað, kanska enntá sama stað og sama dag. ?
Við THS skal sjúklingurin aktivt taka støðu til, um tað skal gevast loyvi til, at ávísir upplýsingar skulu kunna gevast víðari til onnur heilsustarvsfólk. Tvs. at sjúklingurin kann geva boð um, at ávísir upplýsingar um hann skulu loynistemplast (hetta hevur áður ikki borið til).
Eini 80% av øllum laboratoriukanningum, røntgenkanningum o.t. á sjúkrahúsunum eru umbidnar av kommunulæknunum. Teir hava tí brúk fyri einum beinleiðis elektroniskum sambandi fyri at fáa øll úrslit beinanvegin. Tað fáa teir við THS.
Samstundis nýggj laboratoriu- og røntgenskipan
Tað sum gevur nýggju talgildu heilsuskipanini enn størri fyrimunir enn annars, er at vit eisini – samstundis sum vit hava uppbygt THS – hava framt kollveltandi nútímansgerð og talgilding av allari laboratoriuskipani og røntgenskipanini. So upplýsingar frá laboratoriu- og røngenkanningum nú eru atkomiligir í THS og tøkir hjá heilsustarvsfólkunum, í somu stund sum kanningarúrslitini fyriliggja.
Framt eftir verklagslóg frá 2004
Fyrsta stigið til THS varð tikið við verklagslóg, sum undirritaði sum landsstýrismaður legði fyri løgtingið í 2004 og varð einmælt samtykt. Síðan fór ein drúgv prosess ígongd, við at útvega tøkniligu amboðini, uppbyggja skipanina við tillagingum til tørvin og fyritreytirnar hjá føroysku heilsustarvsfólkunum, og síðani at taka hana stigvíst í nýtslu á ymisku eindunum í heilsuverkinum, alt í tøttum samstarvi við avvarandi myndugleikar, m.a. við atliti til trygd fyri persónligu upplýsingunum hjá føroysku sjúklingunum.
Nú kunnu vit ynskja tillukku!
Eg skal viðganga, at tað var ikki heilt uttan bivandi hjarta, at farið varð undir hesa stórtøknu og kostnaðarmiklu verkætlan. Vit vistu, at tað fór at verða ein ómetaliga stór, torfør og tung uppgáva at fáa alt at eydnast. Vandin fyri fiasko var til staðar vistu vit frá nógvum ringum royndum í øðrum londum, í Norðanlondum eins og aðraðstaðni víða um heimin.
Við dirvi og áræði varð farið undir uppgávuna. Trupulleikar hava sanniliga verið á vegnum. Men við greiðum málum og við at leggja orku og sál í arbeiðið er tað nú eydnast, so vit kunnu siga tillukku, bæði til politisku skipanina, fyrisitingarligu og heilsufakligu leiðslurnar og til øll heilsustarvsfólkini, sum heilhugað hava luttikið frá fyrsta degi og gjørt ætlanina til veruleika.
Vit eru tey fyrstu, sum hava fingið tað at eydnast!
Vit kunnu eisini vera stolt av hesum frambroti! Við hesum tekur føroyska heilsuverkið tøkniliga eitt stig fram um heilsuverkið í øllum øðrum londum, tí vit verða tey fyrstu sum megna í eini og somu skipan at fremja eina tøkniliga samansjóðing av heilsuverkinum í eina samanhangandi skipan. Jú, tað finnast talgildar heilsuskipanir eisini aðrastaðni. Men ongastaðni í eini og somu skipan. Alla aðrastaðni hava tey verið noydd at uppbyggja nógvar ymsar skipanir, og so roynt at byggja brúgvar millum teirra – tað er nógv kostnaðarmiklari og hevur langt frá sama funktionalitet, sum var alt í eini skipan sum hjá okkum.
Eitt er tøkni – framtíðarútlitini eru í okkara evnum
Tá THS verður lýst sum ein tøknilig skipan, er tað ikki heilt rætt. Sum ein av oddamonnunum í verkætlanini, Jóannes Erik Køtlum einaferð segði við meg: “Tað er 20% teknologi og 80% organisatión.” Eitt er at keypa og installera teldubúna og forrit – Eitt annað og nógv størri er at fáa øll heilsustarvsfólk at skipa sítt arbeiði og samstarv sínámillum – á einum stovni og millum allar stovnar - til at gagnnýta og áhaldandi menna teir stóru møguleikarnar, sum útbúnaðurin veitir. Tí tað er ikki í sjálvari tøknini, men í okkara evnum og mátanum, vit megna at brúka tøknina, at tey veruligu framtíðarútlitini eru at finna.