Talgild list er sum spik

Tað sigur Jóhan Martin Christiansen, talgildur listamaður.

Í hølunum hjá Tryggingarfelagi Føroya á Kongabrúnni er í kvøld, mentanarnáttina, eitt tiltak, ið kallast “Fesk List”. Her eru tað listarfólkini Jón Sonni Jensen, Heiðrik á Heygum, Heidi Andreasen og Jóhan Martin Christiansen, ið sýna fram talgilda list, sum tað verður kallað.


Vit bóðu Jóhan Martin Christiansen, sum so fryntliga tók ímóti gestum á framsýningini, greiða okkum nærri frá hvat talgild list er.


- Vit liva í dag í einum talgildum heimi, sum tey kalla tað, har alt gongur fyri seg á internetinum. Kinna Poulsen, sum er samskipari av framsýningini, hevur so valt at hava tað sum evni á hesari framsýningini. Heiðrik á Heygum arbeiðir nógv við mynda- og sjónbandalist. Sjálvur havi eg gjørt nøkur pappírverk, sum eg koyri ígjøgnum eina kopimaskinu. Eg arbeiði vanliga nógv við pappi og gipsi, sum er meiri tað vit kalla veruleikatilfar. Eg havi tikið ta listina inn í talgildu verðina, koyrt tað á telduna og manipulerað eitt sindur, sigur Jóhan Martin Christiansen, sum peikar á, at tað grundleggjandi er at flyta listina inn í tann talgilda heimin.


Søvn og annað verður í alsamt størri mun flutt í talgilda heimin, og soleiðis er í ein mun eisini við listini. Men neyvan er tað lætt at flyta list í talgilda heimin.


- Nei, tað er ikki lætt. Nú arbeiði eg mest við gipsi og tí meiri tilfarsliga, so nei, tað er ikki lætt at flyta yvir í tað talgilda. Í Føroyum kenna vit ikki nógv til talgilda list, men uttanlands er tað rættiliga vanligt. Summi arbeiða enntá við Facebook sum list í sær sjálvum, so hetta er bara ein lítil smakkur av tí heila, sigur hann.


Jóhan Martin fegnast um, at tað eftir øllum døma er stórur áhugi í list og at nógv fólk hava verið til framsýningina. Men tað er greitt, at hetta er heldur fremmant fyri teimum.


- Summi spyrja hvat hetta er, og svarini eru bæði ja og nei, tá ið spurt verður um tey skilja tað, sigur hann og heldur fram:


- Men tað kemur við tíðini. Summi dáma ikki spik, men tá ið tey hava roynt tað fleiri ferðir, so dáma tey tað brádliga. Hinvegin dáma onnur als ikki spik, eins og eg sjálvur, men soleiðis er tað, sigur Jóhan Martin skemtandi at enda.