Í samband við stóra lestrar-tiltakið "Markleys Útbúgving", sum er í Norðurlandahúsinum í morgin verður eisini ein básur um hægri útbúgvingar í Danmark.
Tað verður Sanne Akraberg Højlyng, sum hevur ættarbond til Vestmanna, sum fer at greiða frá. Sanne Akraberg Højlyng arbeiðir hjá E-vejledning í Danmark, sum gevur fólki talgilda lestrarvegleiðing. Sanne staðfestir, at tað gerst alsamt meiri vanligt við talgildari vegleiðing. Hon ætlar at taka eitt stórt tørn í Norðurlandahúsinum at svara spurningum frá áhugaðum, og ætlar eisini at vísa hvussu talgilda lestrarvegleiðingin riggar í verki.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Sanne Akraberg Højlyng.