Fótbóltur: – Vit hildu tað vera spell, at eingin talentvenjing eisini var fyri gentur, og tá Fótbóltssambandið ikki hevði tað á skránni, tóku vit bara sjálvar stig til tað, sigur Hanna Olsen, sum sjálv triðja kemur at standa fyri talentvenjingini. Hinar báðar eru Ingun Hansen og Sunnuva Vesturdal, og tær tríggjar sita eisini allar í kvinnunevndini hjá Fótbóltssambandinum.
– Tá vit fyrr hava eftirlýst talentvenjing fyri gentur, hevur undanførslan verið, at tað var ov torført at finna vøll til slíka venjing. Men tað er nokk bara í Havn, at tann trupulleikin er, so tí byrja vit bara sjálvar við talentvenjing í Eysturoynni.
Ætlanin er at hava gentur í aldrinum 12-14 ár til talentvenjing eina ferð aðru hvørja viku, og fyrsta venjingin verður á Eiði mánakvøldið frá klokkan 17.30 til 19, og ætlanin er so at skifta millum vøllirnar á Eiði, Skála og í Gøtu.
– Vit fáa fimm spælarar úr EB/Streymi, fimm frá Skála og fimm úr Víkingi við til fyrstu venjingina, og so fáa vit at síggja, hvussu hildið verður fram, sigur Hanna Olsen.
– Ætlanin er at taka út av nýggjum fyri hvørjar tríggjar venjingar, so eisini aðrir spælarar kunnu sleppa framat. Tað er ikki vist, at tað verða fimm spælarar úr hvørjum felag til komandi venjingar, tí hevur okkurt felag fleiri evnaríkar spælarar, fær tað sjálvandi eisini fleiri spælarar við og hini færri.
Tær tríggjar fótbóltskvinnurnar halda, at tað hevði verið stuttligt, um kanska eisini onnur feløg tóku seg saman um líknandi venjingar, tí so kundu teir ymsu talentbólkarnir eitt nú spælt venjingardystir og havt onnur tiltøk saman.










