Talent 2009 av bakkastokki

Hvør hevur størsta talentið í danska kongaríkinum ? Tað fara Talent dómararnir at avgera í næstum. Talent 2009 fer av bakkastokki í næstum, og aftur í ár verður undankappingin í SMS í Havn.

- Tað er einki mark fyri hvør kann luttaka og ikki. Hevur onkur eitt hvørt talent, sum viðkomandi heldur er áhugavert og øðrvísi, so er møguleiki fyri at vísa síni kynstur í undankappingini, sigur Karis við Brúgv, fyriskipari í SMS.

 

Talent er ein sjónvarpsrøð, ið kring heimin hevur fingið stóra undirtøku, og nú byrjar sjónarvarpsrøðin aftur í Danmark. Í heyst fer DR at finna størsta talenti í danska kongaríkinum, og verður kappingin býtt yvir 12 fríggjakvøld.

Vinnararnir frá Talent 2008, Robotdreingirnir, hava veruliga sett síni spor í Danmark, og seinasta tíðin hjá teimum er farin við at framføra kring alt landið.

 

Vit minnast allarhelst øll føroyska Ragnar Finnsson, ið var við í Talent 2008. Hóast hann ikki gjørdist vinnari av kappingini, so er hann vorðin heldur væl kendur, og í Føroyum er eftirspurningurin eftir Ragnari stórur.

 

Nú verður sostatt aftur møguleiki hjá áhugaðum, at royna seg framman fyri Talent dómarunum, og verður tað í SMS 14. mars frá 14.00 ? 16.00.