Stór páskastevna verður hildin í Kelduni í Skálafirði 13. til 17. apríl.
Í ár fara útlendskir talarar at seta dám á stevnuna. Hesir talarar eru Dr. Thomson K. Mathew úr Amerika og Cecilia Chan og Charleston Lim úr Singapore. Ymiskar føroyskar sangkreftir luttaka eisini á møtunum.
Umframt møtini eru fleiri onnur spennandi tiltøk á skránni: barnamøtir, leiðsluseminar, AWAKE XL og “Sangurin og tú”.
Allar talurnar, sum verða hildnar a enskum, verða frá pallinum tulkaðar til føroyskt. Til øll møtini er eisini møguleiki at fáa tulking til enskt. Teknmálstulking verður til kvøldmøtini leygardag, fyrsta páskadag og annan páskadag.










