Átalar manglandi reglur fyri leiklut hjá fólki í almennum starvi

Ein av teimum, ið fekk loyvi til at samstarva við japanar um royndarfiskiskap eftir tunfiski, var felagið hjá Bjarta Thomsen, ið tá starvaðist á Fiskirannsóknarstovuni. Landsstýrismálanevndin átalar, at ongar reglur eru, sum seta etisk mørk fyri leiklutinum hjá almennum starvsfólki í teirra privata virksemi mótvegis tí almenna.

Tilsamans fýra føroysk feløg fingu loyvi til at gera samstarvsavtalur við japansk reiðarí um royndarfiskiskap eftir tunfiski í Føroyskum sjógvi, árini frá 1996 til 2000. Eitt av hesum feløgum var Sp/F Nancy á Argjum, ið Bjarti Thomsen varir av. Samtíðis sum Bjarti Thomsen fekk loyvið, fyrstu ferð í 1997, starvaðist hann á Fiskirannsóknarstovuni, ið er stovnur undir Fiskimálastýrinum/-ráðnum.
Landssstýrismálanevndin sigur í síni endaligari niðurstøðu, at í samband við spurningin um, hvønn týdning almenn starvssetan hevur fyri lutin sum umsøkjari ella umboð fyri umsøkjara í einum máli sum hesum, heldur nevndin tað vera átaluvera, at ongar reglur eru, sum seta etisk mørk fyri leiklutinum hjá almennum starvsfólkum í teirra privata virksemi mótvegis tí almenna.
Stutt eftir at Landsstýrismálanevndin á sumri 2000 fór undir at kanna málið við tunfiskaloyvunum, spurdi hon Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um hesi viðurskiftini. Í svarinum sigur Jørgen Niclasen, at Fiskimálastýrið var vitandi um, at Bjarti Thomsen var í starvi á Fiskirannsólkknarstovuni og samstundis nevndarformaður og stigtakari í Sp/F Nancy. Landsstýrismaðurin vísti í svarinum á, at spurningurin um hansara almenna starv og leiklutur hansara sum nevndarformaður og stigtakari í samband við Sp/F Nancy vóru í ósamsvari við siðvenju fyri fólk í almennum starvi, var umrøddur í umsitingini. Har var niðurstøðan, at so var ikki.
Í brævi, sum Bjarti Thomsen sendi Fiskimálastýrinum í maj mánað í fjør, vísir hann á, at hann alla tíðina hevur arbeitt við opnum kortum, og harumframt legði upp til at Fiskimálastýrið skuldi góðkenna allar mannagongdir og sáttmálar, sum hann sum privatpersónur gjørdi við Fiskirannsóknarstovuna. Eisini í brøvum og á fundum sigur Bjarti Thomsen seg hava eftirlýst leini útsøkn frá Fiskimálastýrinum um tað var ein trupulleiki, at hann var í almennum starvi og samstundis fekst við royndarfiskiskap í privatum felag. Men Fiskimálastýrið kom ongantíð við eini tílíkari støðutakan.
Málið um leiklutin hjá Bjarta Thomsen fekk nógva umrøðu í fjølmiðlunum eftir ein fyrispurning á løgtingi í februar 2000. Tá segði Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, við fjølmiðlarnar, at Bjarti Thomsen hevði spurt seg fyri hjá sær, um tað var í lagi, at hann fór uppí tunfiskavinnuna, eftir at hann fekk fyrstu veiðuloyvini í 1997. Hjalti í Jákupsstovu svaraði, at hann helt seg ikki kunna nokta hesum, tá stýrið, sum Fiskirannsóknarstovnan er undir, nevnliga Fiskimálastýri, hevði latið honum loyvið.
Í sama viðfangi segði Hjalti í Jákupsstovu tó, at hann hevur ongantíð hildið tað vera heppið at almenn starvsfólk hava privat størv við síðuna av, sum liggja tætt upp at almenna starvinum. Í døminum við Bjarta Thomsen og Fiskirannsóknarstovuni var tað óheppið, tí tað kundi vekja illgruna um misbrúk av vitan.

Løgmaður onga viðmerking
Í sínum svari til Landsstýrismálanevndina hevur Jørgen Niclasen víst á, at málið um leiklutin hjá almennum starvsfólki í teirra privata virksemi móti tí almenna, er eitt mál, ið liggur undir ábyrgdini hjá løgmanni. Hesum tekur Landsstýrismálanevndin undir við. Nevndin skrivar í síni niðurstøðu, at tað er ábyrgdin hjá løgmanni at gera almennar reglur fyri, hvat almenn starvsfólk kunnu og ikki.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini. Hann vísir á, at hann fyrst ynskir at svara Landsstýrismálanevndini, áðrenn hann hevur nakra viðmerking.
Løgmaður vísir tó á, at vit millum annað hava eina fyrisitingarlóg, og reglur um at almenn starvsfólk skulu ráðføra seg við stovnsleiðaran, áðrenn tey fara undir privat virksemi, ið hevur samband við teirra almenna starv.