Talan var ikki um barnalokkarar men dreingjalótir

Hóast tað var tann klassiski mátin at lokka børn upp í bilar, so var talan ikki um barnalokkarar

Tað sigur vakthavandi í politistøðini í Havn í morgun í sambandi við málið, sum varð meldað sunnukvøldið. Tað snúði seg um nakrar smádreingir, sum søgdu, at menn í einum bili royndu at lokka teir upp í bilin við at bjóða teimum bomm. Hetta hendi í Gundadali í Havn.

Løgreglan vildi tí fegin frætta frá øðrum, sum møguliga eisini høvdu verið út fyri hesum, sum smádreingirnir í Gundadali høvdu verið fyri.

Men talan var um unglingar, høvdu koyrt runt í býum og ikki veruliga givið sær far um, hvat tað var teir gjørdu.

– Tá hetta næstan bleiv til eina eftirlýsing, so vendi ein ungur maður sær til politistøðina at greiða frá, at hetta einki hevði við barnalokkarar at gera, men at talan bara var um dreingjalótir.

– Vit hava tosað við menninar, við foreldur og við smádreingirnar, so hetta málið varð loyst í sátt og semju, sigur vakthavandi á politistøðini.

Annars hevur løgreglan verið í Eysturoy í nátt og tikið seks sett av nummarplátum.