Ásvald Simonsen er eitt navn, ið vanliga ikki er nógv at hoyra í almenna rúminum. Í gjár gjørdist hann tó aktuellur, tá hann var ein av føroyingunum, ið eru nevndir í datagrunninum hjá ICIJ, felagsskapinum av journalistum, ið hava gravað í Panama-skjølunum.
Í datagrunninum er hann nevndur í tveimum førum. Hann er nevndarlimur í Simbridge Ltd. umframt at hann er knýttur til eina adressu í enska býnum Kent.
Sjálvur sigur Ásvald Simonsen, ið er búsitandi í Danmark, við Miðlahúsið, at hann er nevndur í samband við ein handil, ið datt niðurfyri. Sostatt varð felagið aldrin aktiverað.
- Talan er um eitt deytt felag, ið ongantíð bleiv aktiverað. Tað varð sett í stovn í samband við ein handil millum tvey feløg. Íslendingar ynsktu at keypa eitt týskt felag, ið eg hevði tilknýti til. Í teirra tilboðið var ætlanin, at eg skuldi vera partur av íslendska ognarskapinum í felagnum. Men handilin fall til jarðar, tí táverandi eigararnir hjá týska felagnum ynsktu ikki at selja beinleiðis til leiðsluna og íslendingarnar, men vildu heldur selja til hægstbjóðandi, sigur Ásvald Simonsen.
Hetta var í tíðarskeiðinum, tá íslendingar keyptu fyritøkum um alt Evropa, og íslendingar høvdu um hetta mundi keypt ymiskar fyritøkur í Skotlandi, ið framleiddu fiskakassar og annað útgerð til fiskivinnuna úr plastikk. Við í tí keypinum fylgdi Bonar Yarns, ein ráframleiðslufyritøka til graslíki.
Sjálvur hevur Ásvald Simonsen fingist nógv við at selja graslíki í Norðurlondum, og tað var eisini gjøgnum fótbóltin, at samband fekst í lag millum íslendingarnar og týska felagið.
- Teir komu til mín gjøgnum Eggert Magnússon, ið var forseti í íslendska fótbóltssambandinum, og var um hetta mundi nevndarlimur í einum íløgufelagi, ið hevði tilknýti til Landsbankan. Tað var gjøgnum hann, at samráðingarnar komu í lag, har ætlanin var at leggja týska og íslendska felagið saman.
Í samband við handilin varð avtalað, at í staðin fyri at verða keyptur úr týska felagnum, so skuldi Ásvald Simonsen fáa partabrøv í nýggja felagnum. Tað var marknaðardeildin hjá íslendska Landsbankanum, ið stóð fyri samráðingunum millum feløgini, greiðir Ásvald Simonsen frá.