Tað sást ikki á avrikinum á vøllinum. Men tað er ein veruleiki, at fimm av monnunum, sum plaga at vera ímillum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ, sótu skaddir uttanfyri sunnudagin.
Umframt Christian Høgna Jacobsen vóru skaddu menninir Gert Langgaard, Djóni N. Joensen, Kári Hansen og Martin Glancy, skotin, sum NSÍ nú hevur gjørt sáttmála við.
? Vit hittust leygarkvøldið at tosa um, hvussu vit skuldu taka HB. Hetta var ein góð roynd. Spælararnir høvdu tíð og umstøður at lurta og tosa, uttan at skula hugsa um, at dysturin skuldi byrja hvørja løtu, er nakað av tí, sum NSÍ venjarin, Petur Mohr hevði at siga á heimasíðuni hjá NSÍ eftir dystin.
Prátið man hava verið gott. NSÍ menninir høvdu frágera góðan hugburð. Teir vóru raskir, teir spældu væl, og teir fingu trý stig. Tað man merkja, at tað í framtíðini fara at vera boð eftir NSÍ monnunum leygarkvøld.