TAKS-málið fyri 10. november

Á fyrireikandi fundi í Eystara Landsrætti í morgun varð dagfesting sett á, nær málið um MVG av skrásetingargjaldi av bilum kemur fyri í Landsrættinum

Tað tekur sína tíð at fáa staðfest í Eystara Landsrætti, um TAKS hevur kravt MVG av skrásetingargjaldi av bilum inn í heimildarloysi, um summi – ella rættari flestu – av hesum málunum nú eru fyrnað, og um bilaeigarar í fall kunnu fara beinleiðis til TAKS eftir pengunum ella teir mugu avgreiða hetta umvegis bilahandlarar.
Tað eru teir tríggir spurningarnir, ið Eystari Landsrættur skal taka støðu til, tá hann kemur aftur til Føroya í november.
Á fyrireikandi fundi í morgun var dagfesting sett á, nær málið kemur fyri í Eystara Landsrætti, og neyðugt verður hjá øllum pørtum at brynja seg við toli. Málið kemur nevniliga ikki fyri fyrr enn 10. november.
Rætturin skal sum nevnt taka støðu til fyrningina, heimildina hjá TAKS at krevja peningin inn og verður niðurstøðan at heimildin ikki fanst, hvussu bileigarar so skulu fyrihalda seg fyri at fáa peningin aftur.