TAKS: Hægsti Rættur viðgjørdi ikki søluna

Lógliga er einki í vegin við at eigararnir av Varðanum kanska verða dupultskattaðir í hesum førinum, sigur sakførarin hjá TAKS

Sakførarin hjá TAKS, Mimi Steintórsdóttir, avvísir blankt áheitanini frá eigarunum av Varðanum, at TAKS skal staðfesta, at partabrøvini ongantíð eru seld.

 

- Tað var als ikki partur av viðgerðini í Hægsta Rætti. Vit mugu ansa okkum ikki at brúka avgerðina í Hægsta Rætti til niðurstøður, sum Hægsti Rættur hvørki hevur viðgjørt ella er so mikið sum spurdur um, segði hon í Føroya Rætti.

 

TAKS heldur fast við, at hóast Hægsti Rættur sigur, at skattliga var sølan av partabrøvunum í 2005 at meta sum vinningsbýti og ikki sum søla, so broytir tað ikki tann veruleika, at partabrøvini vórðu seld í 2005.

- At Hægsti Rættur broytir skattliga rættin, merkir ikki, at borgarligi rætturin verður broyttur. Tí er sølan av partabrøvunum í 2005 og samanleggingin av P/F Vinnuni og P/F 30/9-2005, sum førdi partabrøvini aftur í P/F Vinnuna, at rokna sum ein fullgyldig søla, sigur hon.

 

Les eisini: Kann kosta Landskassanum góðar 300 milliónir krónur

 

Hon vísir eisini á, at tað einans er ein partur av søluupphæddini frá 2005, sum verður skattað sum vinningsbýti.

- Tað eru einans 152,5 milliónir krónur av søluprísinum á 250 milliónir krónur, sum Hægsti Rættur metir eru vinningsbýti. Tí halda vit ikki, at tað er rætt at siga, at øll sølan bleiv strikað við avgerðini hjá Hægsta Rætti. Sølan er farin fram, men einans ein partur av søluprísinum er mettur at vera vinningsbýti, sigur Mimi Steintórsdóttir.

 

Hon sigur, at TAKS ongantíð hevur ført fram, at sølan skal  strikast, einans at skattligu avleiðingarnar ikki vóru, sum eigararnir hildu.

- Sølan av partabrøvunum í 2005 og fusiónin av feløgunum í 2006, var ein roynd at fjala út yvir, at partaeigararnir fingu vinningsbýti, so at teir ikki skuldu rinda skatt av hesum, sigur Mimi Steintórsdóttir. Tað er hesin pástandinum, sum TAKS hevur fingið viðhald í í Hægsta Rætti í 2015.

- TAKS valdi at fylgja peningastreyminum og síggja, hvør fekk ágóða av hesi framferð, og kom tá til ta niðurstøðu, at talan var um útlutan, sum er skattskyldug. Grundarlagið undir øllum málinum er sølan, sum bleiv framd í 2005. Tí er tað margháttligt, at eigararnir nú, 12 ár seinni, vilja hava TAKS at vátta, at eingin søla er farin fram, sigur hon.

 

Les eisini: Eigararnir verða dupultskattaðir

 

Hon heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki, at eigararnir nú verða skattaðir tvær ferðir av somu aktivum, skuldu teir selt partabrøvini.

- Tann vandin er til staðar, tá man, sum í hesum førinum, verður tikin fyri at royna at fjala upplýsingar fyri skattavaldinum. Lógin sigur, at í slíkum førum er væl møguligt, at onkur verður skattaður bæði tvær og tríggjar ferðir, men at hetta í sær sjálvum ikki gevur rætt til skattafrítøku seinni, førdi Mimi Steintórsdóttir, sakførari hjá TAKS, fram í Føroya rætti.