Nøgdin av rúsevni, sum TAKS hevur afturhildið higartil í ár, er longu nógv størri enn alt árið í fjør. Fyrstu fimm mánaðirnar av 2017 eru funnin 19 kilo av hassji – meiri enn tríggjar ferðir so nógv sum í 2016, tá ið hald var lagt á 6 kilo. Tollarar hava eisini lagt hald á hørð rúsevnir sum MDMA og kokain, men talan er um smærri nøgdir. Tað sigur TAKS á heimasíðuni í morgun.
– Hóast vit gleðast um, at vit eru við til at tálma rúsevnasøluni og skaðunum, sum hon ger á føroyska samfelagið, so er tað ræðandi, at nøgdin av rúsevni, sum vit leggja hald á, veksur so nógv, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS á heimasíðuni
Taks heldur, at smuglarar finna alsamt nýggjar vegir at føra rúsevni til Føroya, og avbjóðingin at hava eftirlit við smuglingini veksur.
– Tað er ilt at siga, hvussu nógv rúsevni kemur til Føroya, men eg haldi, at vaksandi tølini vísa, hvussu umráðandi tað er at hava eitt gott eftirlit, sigur Eyðun Mørkøre á heimasíðuni taks.fo