- Eg eri takksom og eitt sindur skelkað. Eg trúði slett ikki upp á tað. Eg bleiv við at lesa og har stóð 12 mánaðir. Men eg hugsaði, at eg mátti havt lisið skeivt og at tað stóð tveir mánaðir.
Tað sigur rithøvundurin Vónbjørt Vang, um løtuna tá hon fekk at vita, at hon hevði fingið játtað eina eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Umframt Vónbjørt Vang, so hevur Marjun Syderbø Kjælnes eisini fingið eina eitt ára starvsløn, meðan Hansina Iversen fekk játtað eina starvsløn í trý ár.
Fyri Vónbjørt Vang merkir starvslønin, at hon fær stundir til at skriva sína fyrstu skaldsøgu. Frammanundan hevur hon annars latið tvey yrkingarsøvn úr hendi. Millumlendingar, ið bleiv útgivið í 2011, og Djúpini, ið bleiv útgivið síðsta summar.
- Starvslønin er til at skriva skaldsøguna, ið eg eri í gongd við. Tað kann taka áravís at skriva eina slíka, um man bara ger tað í vikuskiftum og ferium, sigur Vónbjørt Vang, ið tekur starvslønina sum eitt herðaklapp.