Ótakksamir sandingar!

Tað mundi vera fatanin hjá teimum flestu, eftir at hava lisið greinina “Sandingar komnir í neyð av gávunum”, sum var borðreidd á forsíðuni í Sosialinum í farnu viku. Um hendan snaringin í yvirskriftini, hevði til endamáls at flyta ljóskastarnum frá tí veruleika, at landsstýriskvinnan, bæði virkar í andsøgn við lógina um bókasøvn, og í andsøgn við stuðulstilsøgnina frá Mentamálaráðnum sjálvum, stendur sum ein spurningur í lesarin helst má at fáa greiðu á sjálvur

Um tað var av tilvild, ella tilætlað, at júst hettar orðasmíðið, varð nýtt í yvirskriftini, skal eg ikki gera meg til dómara yvir, men bert vísa á at eg, sum umboð fyri Sands Kommunu á ongan hátt eigi lut í tí hugburði, sum liggur aftanfyri yvirskriftina. Tvørturímóti, so havi eg saman við restini av kommunustýrinum, og sandingum annars, verið ovurfegin um tað gávumildni, sum okkara mætu synir og døtur, hava sýnt heimbygdini.

 

Tað sum eg yvirfyri blaðmanninum royndi at vísa á, vóru heilt aðrir trupulleikar, enn gávurnar sjálvar. Fyrst og fremst tann veruleiki, at Mentamálaráðið, sum átti at verið stóri kveikjarin mentanini at frama, í hesum føri og øðrum førum við, kanska meiri vísir seg sum haftið um beinið, í royndini at skapa karmar um mentanarlívið uttanfyri Havnina.

 

Her snýr tað seg um eina lítla og fíggjarliga sárbæra kommunu, sum saman við ósjálvsøknum gevarum, roynir at gera sítt til at fáa mentanarkarmaranr í bygdini, og oynni við, á eitt rímiligt støði. Og hóast greiða tilsøgn, um stuðul til fíggingina fyrst í hesum árinum, so er einki hald í lyftunum frá Mentamálaráðnum. Hettar hóast Mentamálaráðið og Landsbókasavnið, hava verið aktivir partar í málinum um bókasavn á Sandi. At Mentamálaráðið, ikki stendur við síni lyftir er eitt, men at tey eisini ganga ímóti greiðu ásetingum í lógini um Bókasøvn, er uppaftur verri, og kann ikki góðtakast.

 

Vit her suðuri, sóu heldur at Mentamálaráðið, rætti okkum bróðurhónd, í viðurkenning av at tað eru risafet borgararnir á Sandi, saman við framúr gevarum, hava tikið mentanini at frama seinastu árini.

 

Spildurnýggjan barnaskúla, nýtt listasavn og nú nýtt bókasavn eru varðar, sum fáar kommunur í landinum megna at fáa á føtur yvirhøvur. Vit hava verið heppin og fingið tey til veruleika eftir bert trimum árum. Mentamálaráðið átti at givið okkum eitt herðaklapp, nýtt okkum sum fyrimynd, heldur enn at sita sum ryssa yvir deyðum fili og gramt seg um alt, sum ikki ber til.

 

Sandingar eru sera takksamir fyri privatu gávurnar. Bert spell at virðingin hjá landsmyndugleikunum, fyri oynni sum heild, nærkast háð og spott. Almenna viðferðin av bókasvninum á Sandi, er enn eitt talandi dømi.