Takkar fyri stuðul og kærleika

Ein av teimum, sum slapp frá flogvanlukkuni við lívinum, hevur í dag gjørt fyrstu viðmerkingina.

Nú eru fyrstu orðini komin frá einum av teimum, sum slapp við lívinum frá flogvanlukkuni í Kolumbia, har nærum allur hópurin hjá brasilska fótbóltsfelagnum Chapecoense doyði.


Einans tríggir leikarar, Jackson Follman, Hélio Neto og Alan Ruschel, sluppu frá vanlukkuni við lívinum, og í dag hevur ein teirra, Alan Ruschel, givið ljóð frá sær.


- Eg vil fegin boða tykkum frá, at eg eri í bata. Eg fari skjótt heim til Brasilia at halda fram við viðgerðini har. Eg takki tykkum fyri tann stuðul og kærleika, eg havi fingið, sigur Ruschel sambært brasilskum miðlum.


Ruschel er vorðin skurðviðgjørdur í rygginum og hevur tað eftir umstøðunum gott. Læknarnir hava verið noyddir at taka høgra bein hjá Follman, meðan Neto hevur fingið álvarsligar løstir í andlitið, lunguni og bringuna.


Tilsamans seks ferðafólk sluppu við lívinum meðan onnur 71 doyðu, tá ið Avro RJ85-flogfarið datt niður stutt uttanfyri kolumbiska býin Medellín fyri níggju døgum síðan. Orsøkin til vanlukkuna var manglandi brennievni.