Takkar fyri gávuna frá donsku verjuni

Nicolai Wammen, danskur verjumálaráðharri, hevur fyrrapartin vitjað løgmann í Tinganesi

Nicolai Wammen, danskur verjumálaráðharri, hevur fyrrapartin vitjað løgmann í Tinganesi. 

 

Stóru møguleikarnir og avbjóðingar í Arktis fingu stóra rúmd á fundinum. 

 

– Danski verjumálaráðharrin greiddi frá, at Arktis fær størri og størri leiklut fyri Danmark og ríkisfelagsskapin. Í løtuni verður umfatandi greiningararbeiði gjørt, sum skal lýsa leiklutin hjá donsku verjuni í Arktis komandi árini. Niðurstøðurnar í greiningararbeiðinum kunnu eisini fáa týdning fyri Føroyar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Á fundinum fyrrapartin nýtti løgmaður eisini høvi til at takka danska verjumálaráðharranum fyri ognirnar hjá donsku verjuni í Føroyum, ið vórðu latnar Landstýrinum um ársskiftið. 

 

Nicolai Wammen fer víðari til Grønlands í dag.