Konslaskifti
Hann helt fyri, at Johan Mortensen hevði røkt hetta álitisstarvið bæði væl og virðiliga, men nú hann meira ella minni burturav vildi halga seg komandi oljuvinnuna, sampakkaði tað ikki so væl at halda á fram við konslastarvinum. Hann metti konslaembætið hava verið í góðum og tryggum hondum, meðan Johan Mortensen hevði umsitið tað og metti eisini, at samvinnan millum Føroyar og Bretland er nógv ment.
Men maður kemur í mans stað. Um sama mundið ynskti hann nýggja konsulinum Tummas Hanus Dam tillukku við álitisstarvinum og vónaði, at hann fór at trívast í tí og at tað góða samstarvið, sum Johan Mortensen hevði borgað fyri millum føroyingar og bretar kundi halda fram við einum nýggjum konsuli.