Lønarsamráðingar, kappingarføri, prístal, hamstringar, streykubrótarar, blokadur, verkbann ... ahr! ? Hví skal tað vera so kompliserað!?
Suverenitetur, ríkisfelagsskapur, sjálvberandi búskapur, blokk-ur, loysing, ábyrgdarkensla ... ahr! ? Hví skal tað vera so kompliserað!?
Barnadópur, vaksnadópur, samkynd, kvinnuligir prestar, sex áðrenn hjúnalag, herligheitsteologi, skriftstøð ... ahr! ? Hví skal tað vera so kompliserað!?
Altíð eru so nógv ting, man skal taka støðu til. So nógv, man skal læra. Og so skal man minnast, hvør segði hvat, hvør gjørdi einki, og nær ov nógv kom av skafti.
Og tað ringasta av tí heila er, at man risikerar at blíva rúkandi ósamdur við sínar góðu vinir. ? Vandin er ið hvussu er stórur fyri tí, tá ið hesi stóru evnini koma upp.
Nei, takk og lov fyri fótbóltin
B36, B68, EB/Streymur, FS Vágar, GÍ, HB, KÍ, NSÍ, Skála og VB!
So deiliga nemt. So einfalt og lætt skiljandi. 18 umfør. Heima og úti. ? 3 stig fyri sigur, 1 fyri ein javnleik, tap gevur einki! ? Og tá ið árið er liðugt, er tann besti meistari, og tann ringasti flytir niður í aðru deild, haðani onkur nýggjur kemur upp.
Ja, takk og lov fyri fótbóltin.
Har sleppa vit at útliva tær stóru kenslurnar.
Dreymarnar, vónirnar, gleðirnar, sorgirnar, vreiðuna, skuffilsini.
Og so hava vit okkurt at práta um, sum ikki krevur djúpari grundgevingar og útgreiningar. Ikki sum hasin innviklaði tónleikurin, ið man skal vita nakað um, áðrenn man kann hava eina meining um hann. Ikki sum bókmentir, ið krevja av tær, at tú skalt seta teg niður og konsentrera teg leingi, áðrenn tú fært nakað burturúr. Fyri ikki at snakka um list!
Uhadada!
Nei, fótbólturin er næstan sum endaleysu sjónvarpsrøðirnar. ? Hvør dystur er nýggjur, leikmynstrið gongur aftur frá ferð til ferð, og tað ber til at heinta episodur fram úr minninum, ið líkjast. Og tað allarbesta er, at leikur er greitt defineraður, hvat longd og symbolikki viðvíkjur. ? Og tá er eitt mál tað absalutt størsta, ikki sannheit?
Tað er eitt satt vælsignilsi aftur at sleppa at kjakast um gongdina. Aftur at sleppa at umrøða dómaravillur, lekrar avleveringar, flott mál og miniskar, trælør, forstrekningar og landsliðsúttøkur av sjálvsagdum evnum, hopileysum tilfeldum, ella kanska gongur onkur sonn stjørna eftir, ið landsliðsvenjarin og hjálparmaður hansara simpulthen ikki finna útav at seta inn á liðið? ? Hvat ólukkan fáa teir sína løn fyri?
Johannus Páll Pávi Annar hevur sku fatur í nøkrum av tí rætta, tá ið hann sigur, at ?Av øllum týdningarleysum tingum her í lívinum, hevur fótbólturin nógv tann størsta týdningin!?
Bert spell, at tey týdningarmiklu tingini eru so kompliserað!










