Takk fyri nógvar góðar løtur

Nú elsta ættarlið á Skipagøtu í Skúgvi er farið handan sýn, leita tankarnir til tær nógvu góðu løtur ein sum óviti og seinri sum vaksin hevði saman við hjúnunum Jens og Fanny á Skipagøtu.

Tey vóru bæði fødd og uppvaksin í Skúgvi og livdu tað mesta av ævi síni har. Seinru árini fluttu tey til Havnar, har tey bæði funnu sær arbeiði, hann á Skipafelagnum og hon á Bacalao.


Familjukær vóru tey bæði, og er hetta helst orsøkin til at tey fluttu, har sonurin hevði sett búgv. Tey vóru sera góð við sonin Ólavur, sum tey hildu nógv av, og við restina av familjuni og við ommu- og abbabørnini.


Mínar bestu barnaskógvar havi eg traðkað í Skúgvi, har eg búði á Skipagøtu í gott hálvtannað ár. Hetta var ein sera lærurík tíð fyri ein havnardrong, sum ikki áður hevði upplivað eitt bygdasamfelag tætt tengt at náttúruni. Her fekk ein høvið til at ganga burtur í haga og marka smálomb, at geva kúnni súrhoyggj, at fara út um eyggjatromina eftir havhestaeggum, at veiða fugl og at verða á seiðabergi, umframt mangt annað, ein ikki áður hevði upplivað.


Náttúrutilfeingi um Skúvoynna hevur altíð verið ríkt og loyvdi tí hesum. Men fólkið á oynni hevur eisini altíð verið dugnaligt og hevur dugað sera væl at livað við umsorgan fyri náttúruni. Og í so máta vóru Jens og Fanny eingi undantøk. Tað var sjáldan eg sá Jens óðan. Men einaferð hendi tað. Hetta var einaferð vit vóru undir oynni og fleygaðu lomviga, omanfleyggj, sum tey kalla tað. Tá hendi tað, at vit sóu nógvan skotmeiddan lomviga, sum okkum tíverri ikki eydnaðist at fleyga. Hetta dámdi Jensi illa og í hesum sambandi ynskti hann byrsuna hagar piparið grør. Í hansara hugaheimi var tað ikki rætt at útseta kríatúr fyri meira pínu enn neyðugt. Honum líkt vísti hann ikki vreiði leingi og skjótt kom hansara milda og blíða lyndi aftur. Umframt at hava sera gott hegni til at røkta seyð, var Jens eisini tiltikin góður bjargamaður.


Eitt lív tengt so tætt at náttúruni kravdi eisini eitt ávíst úthaldni. Og hetta dugdi Fanny sera væl at leggja okkum í beinini. Seinni í lívinum hava Gunnar bróður og eg havt ágóðan av hennara lívsklóku orðum um ikki at gevast, hóast mótgangur til tíðir kann tykjast stórur. Og tað eru vit henni sera takksamir fyri.


”Tú fylgdi mær fyrst tá í vøggu eg lá” var ein av sálmunum, ið sungnir vóru í Skúvoyar kirkju til jarðarferðina fyrst hjá Jensi og síðan hjá Fanny, áðrenn teirra seinastu ferðir út í Ólansgarð. Sjáldan hevur hesin sálmur, sum lýsir eina lívsleið saman við Honum, ið sær og hoyrir alt, ljóðað so vakur og livandi í mínum oyrum, sum hesar báðu ferðirnar.


Sálmurin, sum lýsir samtíðina hjá Jensi og Fanny, er onkursvegna ein spegilsmynd av lívi teirra. Og hesa spegilsmynd góvu tey okkum, sum vóru teimum nær. Tøkk havi tey fyri tað.


Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Jens og Fanny á Skipagøtu.


Vilhjálmur