Gunnar K Nattestad
????????
Týskvøldið 4. januar kl. 19, sendi SVF ein dokumentarfilm um eitt lespiskt par. Serliga senditíðin og boðskapurin í hesi sending vóru óheppin og skeiv.
Fyri tað fyrsta er senditíðin fullkomuliga undir allan kritik, líkamikið hvat vit annars meina um evni. At senda eina sending, ið er "spennandi" í kraft av sínum sexuella boðskapi/ undirtóna, beint eftir ein barnateknifilm, er so vánaligt, at eg haldi SVF (ella hvat tað nú eitur) átti at komi við eini umbering.
Fyri tað næsta gekk boðskapurin í sendingini, beint móti kristnu siðalæruni, við at vísa homosexualitetur sum verandi rættur, góður og enntá at fáa Guðs signing. Eingin ivast í hvat Jesus og harvið kristna siðalæran, sigur. Homosexualitetur er synd og er tí ein samlívs háttur, ið er undir Guðs banning eins og øll onnur synd. Hevði tí hugsa mær at føroyskt sjónvarp, við m.a. atlitið til okkara kristna mentunararv, tók hædd fyri hesum.
Tað vísur seg eisini sum SVF metur virðisløntar sendingar vera eina rættvísgerð í sjálvum sær fyri at senda tær í Føroyum. Ein og hvør ið fylgir eitt sindur við veit, at nógvar virðislønir er at fáa runt um í heimunum og grundarlagi fyri at fáa eina virðisløn er sera ymiskt. Eitt nú fáa pornofilmar eisini virðislønir, men tað er vónandi ikki nokk til at vit fáa teir at síggja í SVF.
Eg vóni at avvarandi ábyrgdarpersónar vilja svara hesum brævið alment, so at vit vita hvat vit kunna vænta okkum sum sjónvarpshyggjarar í framtíðini.
Annars skal SVF hava rós fyri at gera eitt gott arbeiði við fleiri føroyskum sendingum, m.a. gerð og týðing av barnasendingunum v.m.
Avrit sent sjónvarps stjóranum, mentunarleiðaranum og avvarðandi landsstýrismanni.








