- Eg taki hetta ikki sum illvilja. Eg taki hetta meiri sum eitt demokratiskt mistak.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, fekk í gjár tað lagnu, sum ógvuliga fáir, kanska ongin, løgtingslimur í nýggjari tíð hevur fingið. Og tað var, at Løgtingið noktaði honum at seta Løgmanni ein spurning.
Tað hevur annars verið mett, sum týðandi partur í fólkaræðinum, at tingmenn fáa reiðiliga fríar ræsir at spyrja landsstýrisfólk og løgmann um ymisk viðurskifti.
Men sum tað sæst í hinum greinunum her á síðunum, er ongin siðvenja, sum ikki hevur okkurt undantak.
Páll á Reynatúgvu skilir eisini grundgevingina fyri, at spurningar skulu setast til rætta avvarðandi.
- Men eg helt avgjørt, at ein samferðsluútbygging fyri eina lítla milliard, var ein spurningur, sum Løgmaður kundi svara uppá, serliga tá ið hann meiri enn einaferð áður hevur sagt sína hugsan um sandoyartunnilin.
Tí setti hann Løgmanni spurningin.
Skal hendan hugsanin gjøgnumførast, eigur løgmaður at halda seg til síni málsøki burturav.
- Men hví var tað so løgmaður, sum stóð á odda fyri vælkomunevndini, tá ið Smyril kom?
Páll á Reynatúgvu vísir eisini á, at í londunum rundanum okkum, er tað als ikki óvanligt, at stjórnarleiðarar svara spurningum um øll møgulig viðurskifti.
Hann vísir á, at hann hevur nú sett spurningin framaftur av nýggjum, men hesuferð er hann stílaður til landsstýrismannin.
Les eisini greinina: Nokta tjóðveldisfólki at brúka løgmann til fótatraðk og greinina: Slapp ikki at spyrja Løgmann