Takið heitu klæðini við

Talan verður um hampuliga gott ólavsøkuveður, men hitin verður tó ikki tann nógvi, nú hann verður høgur í ættini

Ólavsøkuveður

 

Kappróðurin verður neyvan órógvaður av mjørka. Hann verður nevnliga av útnyrðingi í høvuðsstaðnum á ólavsøku, og so verður ikki talan um mjørka, sigur Petur Skeel, veðurfrøðingur.

Seinastu dagarnar hava fólk óttast, at ólavsøkan kanska verður dekan ov váttlig – tá tosað verður um veður – men hetta verður neyvan heilt so galið, sigur Petur.

- Ólavsøkuaftan verða helst nøkur æl, men tað er líkt til, at hetta mest verður fyrrapartin. Seinni á degnum skuldi verðið betri, og ólavsøkudag verður helst heilt turt, sigur Petur.

- Nakað av vindi verður tó. Stívt andøvsgul og møguliga upp í ein strúk, so tað kann kanska verða nakað kølið til kappróðurin, um fólk ikki eru ílætin eftir umstøðunum, heldur Petur.

Til midnáttarsangin verður tó sera gott veður væntar hann. Vindurin er tá linkaður, og eisini verður turt. So ivaleyst verður talan aftur í ár um stóra mannmúgvu seinastu løtuna av ólavsøkuni.