Taka uppaftur táttin við kvøldsetu

Fyrr var vanligt, at eystanstevnan endaði við eini kvøldsetu sunnukvøld, men seinastu árini hevur eingin kvøldseta verið. Í kvøld tekur Mentanarhúsfelagið táttin uppaftur og skipar fyri kvøldsetu í Løkshøll klokkan 20.

 

Skráin fyri kvøldsetuna er ymisk og fjølbroytt. Nógv evnarík ung fólk fara at framføra brot úr sangleikinum “Kúlla Knút”, sum varð framførdur fyrr í ár. Borgarstjórin, Magnus Rasmussen, fer at hugleiða um ymiskt í økinum.

 

Signar í Homrum, sum í seinastuni hevur gjørt vart við seg á føroyska tónleikapallinum, fer at framføra nøkur av sínum kendu løgum.

 

Okkurt skemtiligt innslag verður frá kabarettini, og skipað verður fyri eini stuttligari spurnakapping har eitt konufólka- og eitt mannfólkalið, mannað av lokalum kenningum, fara at dystast.

 

Í steðgunum verður ókeypis kaffi við onkrum góðum afturvið.