Taka stórt hús í Havn til almennar skrivstovur

Gamli Sjóvinnubankin skal nú brúkast til landsfyrisiting við tí endamáli at miðsavna hana

Landsstýrið tekur nú fyrsta stigið fram ímóti at miðsavna landsfyrisitingina úti á Tinganesi, og har um vegir.

 

Í hesum sambandi biðjur landsstýrið nú Løgtingið um 21, 3 milliónir krónur til at keypa gamla Sjóvinnubankan og sethúsini hjá Muller.  Tað er bygningurin í Gongini, har tryggingarfelagið, Trygd, helt til. 

 

Bygningurin er 907 fermetrar til støddar og skal innrættast til at húsa partar av landsfyrisitingini. BankNordik vil selja  landinum bygningin fyri 21,3 milliónir krónur og tað svarar til 23.500 kr. per fermetur, sigur Løgmansskrivstovan í morgun.

 

Ætlanin er, at fimm av teimum átta stjórnarráðunum skulu sostatt verða í Tinganesi, og har um vegir. Talan er um Løgmansskrivstovuna, Fiskimálaráðið, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Samferðslumálaráðið og í fyrstu atløgu ber til at spara einar tvær milliónir krónur um árið.

 

- Hetta er fyrsti liður í at savna landsfyrisitingina við tí endamálireka landsfyrisitingina so skynsamt sum gjørligt, sigur løgmansskrivstovan

 

- Ein fortreyt fyri hesum er, at tað er so stutt ímillum stjórnarráðini, at tað ber til at ganga ímillum – og sum frálíður er tað bíligari at eiga enn at leiga, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.