Taka stig til at gera flogvøll á Glyvursnesi

Tórshavnar Býráð fer nú at taka málið um at gera flogvøll á Glyvursnesi upp aftur.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 Hann sigur, at flogvøllur á Glyvursnesi er eitt mál, tey tosa um í býráðnum at kalla hvønn dag.

 

Og hann leggur afturat, at tað skal ikki koma óvart á nakran um so er, at eitt útspæl kemur frá Tórshavnar Býráði skjótt um flogvøll á Glyvursnesi,

 

Hann vísir á, at Tórshavnar Býráð fer í næstum undir tvey stórarbeiði á Glyvursnesi.

 

Annað arbeiði er at gera ein golfvøll, sum fer at krevja rættiliga nógv lendisarbeiði.

 

Hitt arbeiði er at byggja Tórshavnar Havn út, har alt grótið skal takast á Glyvursnesi.

 

- Tað skal undra meg stórliga um so er, at býráðið ikki setur skjøtil á ein framtíðar flogvøll á Glyvursnesi í hesum sambandi, sigur borgarstjórin.

 

Hann sigur, at nú stórar gravkýr, broytir og onnur útgerð, skulu út á Glyvursnes kortini, er tað sjálvsagt, at hol verður sett arbeiðið at gera ein flogvøll samstundis, ímeðan amboðini eru har.

 

Men hann vil ikki fara í smálutir við nøkrum enn.

 

Hann sigur, at kommunan ger ikki ein altjóða flogvøll einsamøll, men hann heldur, at landið má eisini føla tað sum sína uppgávu at tryggja føroyska samfelagnum tær bestu umstøðurnar fyri flúgving, sum er so avgerðandi fyri menning og framburði.  

 

Heðin Mortensen er eisini vísur í, at tað ber til at fáa íleggjarar at seta pening í ein altjóða flogvøll á Glyvursnesi.

 

Allar kanningar vísa, at Glyvursnes er nógv besta staðið at gera flogvøll á.

 

Har er at kalla ongin turbulensur og ein flogvøllur har liggur so frítt fyri, at við nýggjastu innflúgvingartólum ber til at lenda í at kalla null metra sýni.

 

Heðin Mortensen sigur,at høvdu oyggjaleikirnir verið í Føroyum í ár, hevði tað verið ein ólukka fyri Føroyska samfelagið, tí floglíkindini hava verið so vánalig, at tað hevði oyðilagt leikirnar.

 

- Tað ber ikki til at hava leikirnar í Føroyum í 2019, har floglíkindini skulu vera álitið.

 

- Tí verður neyðugt hava útvega skip til flutningin fyri at tryggja, at útlendsku ítróttarfólkini sleppa til Føroya til leikirnar, sigur Heðin Mortensen.

 

- Veðrinum stýra vit ikki, men sum støðan er nú, ber ikki til at leggja stór tiltøk til rættis, og samstundis eru floglíkindini ótolandi fyri ferðavinnuna og aðra vinnu, og samfelagið sum heild, sigur borgarstjórin í Havn.