Taka støðu til flogferðsluna til og úr Føroyum í næstu viku

– Nú er nýggj kunning, og vegleiðingin er broytt. So tað mugu vit fyrihalda okkum til nú og síðani finna út av, hvat vit gera, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi

Landamørkini í ríkinum verða latin enn meira upp 27. juni, tá krøvini fyri ferðandi verða linkað. Spurningurin er, um vit í Føroyum lata slúsurnar upp fyri flogførum úr fleiri londum enn Danmark, Ísland og Norra. Til dømis ferðamál sum Barcelona, Edinburg, París og London.

Men hjá Atlantsflogi hava tey ikki tikið støðu til, um fleiri ferðamál verða sett á skrá, tí tíðindini eru so mikið nýggj enn.

– Tað eru bara 14 dagar síðan, at vit avlýstu øll flogfør til fimm ymisk freðamál. Tá fingu vit greið boð um, at alt var stongt inntil síðst í august. Tað hava vit fyrihildið okkum til higartil, men nú er nýggj kunning og vegleiðingin er broytt. So tað mugu vit fyrihalda okkum til nú og síðani finna út av, hvat vit gera, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri.

Jóhanna á Bergi sigur, at avbjóðingin er, at eingir kundar eru bókaðir til tey ferðamálini, sum vit kunnu vænta, at latið verður upp fyri í næstum. Annars hevur tað gingið væl við teimum ferðamálunum, sum hava verið tøk seinastu tíðina.

– Vit eru positiv um gongdina og fegnast um, at fólk bóka túrar, sjálvt um hetta ikki líkist tí, sum var áðrenn korona. Tey ferðamál, sum vit hava nú, eru vit nøgd við, sigur hon.

Jóhanna á Bergi torir ikki at siga, um vit kunnu vænta, at fleiri ferðamál verða á skránni hjá Atlantsflogi aftaná 27. juni. Men hon vissar í øllum førum fyri, at tað verður ikki latið upp fyri Stórabretlandi, tí har er enn krav um 14-daga sóttarhald.

– Í næstu viku fara vit at taka støðu til, hvussu vit gera, sigur Jóhanna á Bergi og leggur aftrat, at nógvar óvissur eru í núverandi løtu viðvíkjandi nýggju leiðreglunum fyri ferðing hjá donsku stjórnini, og tí er tað beint nú ringt at siga nakað heilt neyvt um, hvat Atlantsflog fer at gera.