Taka sløk 600.000 tons í sín part

Tað er nú greitt, at ES og Noreg stinga av við meginpartinum av heildarkvotuni av makreli. Tilsamans hava londini ásett sær kvotur fyri 2011 á 583.882 tons av makreli í Norðuratlantshavi

MAKRELUR

Eftir samráðingarnar millum strandalondini um býtið av heildarkvotuni av makreli slitnaðu úrslitaleysar, hava ES og Noreg nú gjørt av, hvussu stórar eginkvotur av makreli londini áseta sær fyri 2011.
Londini eru samd um, at ES skal hava 400.813 tons av heildarkvotuni – og Noreg 183.069 tons. Hetta gevur 583.882 tons tilsamans, sum soleiðis er meginparturin av tí, sum mælt verður til at fiska í 2011.
Væntandi var, at heildarkvotan av makreli í Norðuratlantshavi fyri 2011 í mesta lagi fór at vera 646.000 tons.
Avtalan millum ES og Noreg ber í sær eina lítla øking í kvotunum hjá londunum, men eisini eina økta atgongd á havleiðunum hjá hvørjum øðrum.
Fiskeritidende í Danmark skrivar, at samráðingar hava verið millum strandalondini um býtið av felagskvotuni av makreli, men fyri umleið tveimum vikum síðan tók Ísland seg burtur úr hesum samráðingum.
- Sjálvt um Føroyar vóru við í samráðingunum í síðstu viku, eydnaðist tað kortini ikki Noreg og ES av semjast við Føroyar um býtið av heildarkvotuni, skrivar danska blaðið.

Ísland 17%
Ísland hevur higartil ikki verið partur av strandalandaavtaluni, men landið hevur í undanfarnum samráðingum verið við sum eygleiðari.
Síðan Ísland fór at fiska týðandi nøgdir av makreli í íslendskum sjógvi, hevur verið roynt at fáa landið við í avtaluna sum strandaland.
Ísland var soleiðis við í samráðingunum um býtið av felagskvotuni hesaferð, men tá íslendingar sóu, at ein møgulig avtala fór at geva teimum ov lítið í teirra part, fóru teir av fundi og kunngjørdu yvirfyri hinum pørtunum, ES, Noreg og Føroyum, at teir fóru at fiska 17% av heildarkvotuni í 2011.

Føroyar 15%
Í løtuni eru Føroyar einasta landið av hesum fýra, ið ikki beinleiðis hevur ásett sær sína eginkvotu, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur bæði í fjør og í ár hildið uppá, at okkara partur skal liggja rundan um tey 15%.
Tá Sosialurin í síðstu viku tosaði við Jacob Vestergaard, ljóðaði, at Føroyar helst fara at taka upp politiskar samráðingar við ES og Noreg um býtið av felagskvotuni, áðrenn Føroyar endaliga fara at áseta sær sína eginkvotu fyri 2011.
Tá hvørki samráðingar á embætismannastigi, ei heldur á politiskum stigi, førdu á mál um kvotubýtið í 2010, gjørdi Jacob Vestergaard miðskeiðis í summar av at áseta Føroyum eina eginkvotu á 85.000 tons, sum svaraði til umleið 15% av heildarkvotuni.
Hóast føroysk skip komu seint á makrelveiði í hesum árinum, var kortini so nógv at fáa, at øll kvotan varð uppfiskað, undantikið tann parturin, sum reiðaríið Thor í Hósvík fekk til síni skip.
Athena og Poseidon virkaðu sum móðurskip hjá føroyskum ísfiskatrolarum, og tí vórðu hesar royndir heldur gjørdar, soleiðis at finnast kundi út av, um møguleikar eru hjá ísfiskatrolarum at veiða makrel undir Føroyum.
Ísfiskatrolarar, sum vóru á makrelveiði, landaðu bæði til móðurskipini – og til Faroe Pelagic í Kollafirði.