Umleið 4.000 kvinnur í Svøríki hava frá heilivágs- og sosialstýrinum fingið áheitan um at fáa fronsku silokonbróstini, Poly Implant Prothese, sum tær hava fingið ísett, tikin útaftur við skurðviðgerð.
Heilsumyndugleikarnir heita á tær klinikkir, sum hava sett silokonbróst av hesum slagnum í, um at kunna kvinnurnar um vandarnar, ið kunnu standast av teimum, umframt at bjóða sær til at leggja kvinnurnar undir skurð av nýggjum, fyri at fyribyrgja skaða.
Silokonbróst av slagnum Poly Implant Prothese hava niðursett mekaniskt haldføri og detta lættari sundur, og longu afturi í 2010 setti heilivágsstýrið í Svøríki forboð ímóti at geva kvinnum hesi silikonbróstini, hóast talan enn ikki skal vera um nakran akuttan heilsuvanda.