Taka seinastu vónina frá mær

- Eg bleiv so kókandi ill og misti púrasta pippið, tá ið eg hoyrdi, at ivi nú verður sáddur um, antin eg skal missa heilivágin, sum heldur lívið í mær, sigur Leila Solmunde

- Hetta var mín seinasta vón, tá ið tað stóð allar ringast til. Men nú tosa politikarar um at taka hesa vónina frá mær.

Leila Solmunde viðgongur, at hon bleiv í øðini og misti púrasta pippið, tá ið hon hoyrdi, at ein partur av spariætlanini hjá Landssjúkrahúsinum er at taka tann besta heilivágin frá henni og øðrum sjúklingum við ólekiligari sjúku.

Sjálv var hon heilt illa fyri, tá hon fyri átta árum síðani kom í viðgerð við nýggjum, lívfrøðiligum heilivági og tað hevur gjørt henni lívið rættiliga gott at liva hóast hart rakt av liðagikt.

Men hesi nýggi, lívfrøðiligi heilivágurin er ikki bara góður, hann er eisini ómetaliga dýrur og fyri at spara hevur Landssjúkrahúsið skotið upp at sleppa undan at betala fyri hendan heilivágin, sum serliga sjúklingar við ymiskari gikt, sclerosu, krabbameini og øðrum ringum sjúkum, fáa.

- Verður hesin heilivágurin nú tikin frá mær, verður tann seinasta vónin tikin frá mær, tí í veruleikanum er tað hann, sum heldur lívið í mær, sigur hon.

- Seinastu árini hava nógv fólk við ólekiligari sjúku fingið eitt gott lív, takkað verið hesum nýggja, dýra, men serstakliga góða heilivági. Men hendan lívsdygdin er nú hótt við at verða skrødd undan okkum aftur.


Mítt einasta ljóspunkt

Leila Solmunde hevur sjálv havt liðagikt í nógv ár og er endað í rullistóli av tí sama.

- Síðani Elin Mørkøre gavst sum yvirlækni í giktsjúkum, er viðgerðin av giktsjúklingum bara versnað og versnað. Tað er bara gingið aftur á, tí mín kensla er, at ongin hevur áhuga fyri giktsjúklingum og tað, sum nú stendur okkum í boði av viðgerð í Føroyum, er heilt út av lagi vánaligt.

- Hesin dyggi, lívfrøðiligi heilivágurin hevur verið okkara einasta ljóspunkt, men verður tað nú eisini sløkt, er ikki nógv av vera her eftir til.

Hesin heilivágurin hevur bjargað førleikanum hjá nógvum giktsjúklingum og hevur harafturat forðað fyri, at sjúklingar eru blivnir meiri avlamnir, enn teir vóru frammanundan, tí hann heldur sjúkuni í skák.


Leggjast á tey veikastu

Leila Solmunde staðfestir, at nú landskassin aftur skal spara, verður enn einaferð lagt eftir einum bólki av borgarum, sum liggur lágt frammanundan og tað eru øll tey fólkini, sum hava giktsjúkur, sclerosu, krabbamein og aðrar álvarsligar sjúkur.

- Giktøkið hevur ligið í sorli í áravís og fólk, sum eru ring av liðagikt, missa fullkomiliga pippið av hóttanum at tey nú kanska missa tann góða heilivágin, tey hava fingið.

Ongin serlækni í giktsjúkum hevur verið í Føroyum seinastu árini, men útlit vóru fyri, at ein skuldi koma nú í heyst.

- Men tað verður ikki serliga eggjandi hjá honum at koma higar at arbeiða, nú ivi er sáddur um, antin hann fær møguleika til at geva sjúklingunum ta bestu viðgerðina, sum er til taks.


Eisini ein inntøka

Leila Solmunde sigur, at hesin dýri heilivágurin er ikki bara ein útreiðsla fyri samfelagið, tí í mongum førum er úrslitið av honum, at sjúklingar kunnu halda fram á arbeiðsmarknaðinum og tað er avgjørt eisini ein inntøka fyri samfelagið.

Eftir hennara tykki er hesin lívfrøðiligi heilivágurin líka lívsneyðugur, sum insulin er fyri sjúklingar við sukursjúku.

Leila Solmunde minnir eisini á, at vit hava akkurát fingið eitt løgtingsval afturum.

- Eg havi ongantíð í einum valstríði hoyrt so nógvar politikarar møsna um vælferð og um, hvussu gott alt skal vera. Tað var heldur onki mark fyri, hvussu gott heilsuverkið skuldi vera og tað vóru enntá teir politikarar, sum beinleiðis vildu veita øllum sjúklingum viðgerartrygd.

- Men tær útsagnir, vit hava hoyrt síðani, eru í hvussu so er ikki í samsvari við lyftini í valstríðnum.


Ongin trygd

Sjálv skilir Leila Solmunde væl, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum heldur, at útreiðslurnar til hendan alsamt dýrkandi heilivág, eigur at liggja uttanfyri vanliga raksturin hjá heilsuverkinum.

Spurningurin er so bara, hvør skal betala og spurningurin er so um tað finst semja um tað, men tað er tað í veruleikanum ongin trygd fyri í eini politiskari skipan.

- Og fæst ikki semja, er tað í síðsta enda sjúklingurin, sum stendur eftir við svartaperi.

- Men tað verða ikki teir politikara, ið nokta at játta peningin, sum eisini skulu standa frammanfyri einum sjúklingi og nokta honum heilivág. Tað verður okkurt neyðars starvsfólk í heilsiverkinum, sum fær tað skitnu uppgávuna.

Leila Solmunde vísir á, at hóast hetta kanska lagar seg í síðsta enda, so at peningurin verður játtaður og ongin missur heilivágin, elvir ein støða sum hendan til ómetaliga órógv og stúran.

Og hon heldur, at tað er ófyrigeviligt, at politikarar seta ein bólk í samfelagnum, sum frammanundan liggur rættiliga lágt, í eina støðu sum hesa við ivan og bivan og stúran.

- Hetta er at sparka ein bólk í samfelagnum, sum frammanundan liggur og har nógv ganga við ólekiligum sjúkum og har hesin heilivágurin gevur teimum eina lívsdygd, sum tey annars ikki kunnu droyma um.

- Hetta er so vánaligt av politikarunum, at fólk, sum hava ólekiligar sjúkur, mugu bara seta seg niður og gera upp við seg sjálvan um hetta er eitt land, sum tað yvirhøvur er vert at vera í, sigur ein rættiliga bersøgin Leila Solmunde.

Les eisini greinina: Sjúklingar mugu brynja seg við toli í fýra dagar afturat.