Komandi dagarnir eru halgaðir bókmentunum. Í øllum førum um tú leggur leiðina framvið gamla Reinsarínum, Rit & Rák og Norðurlandahúsinum. Hesi verða nevniliga karmur um Bókmentadagarnar í Havn, sum við maratonupplestri, rithøvundavitjanum og kjaki á ymsar mátar fara at varpa ljós á støðuna hjá føroyskum bókmentum í dag.
Kroystar bókmentir
Ein av stigtakararnum til Bókadagarnar er Kim Simonsen. Sum rithøvundur og bókmentafrøðingur hevur hann ein neyvan fingur á pulsinum á føroyskum bókmentum, sum hann kundi ynskt sær slóð eitt sindur títtari.
- Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at bókmentir hava verið rættliga kroystar av skjótu miðlunum og ymsum lættisoppaundirhaldi seinnu árini. Og tað hevur ikki gjørt tað betri, at høvundar hava svarað aftur vit at grava seg niður í skotgravir, og eru komnir upp aftur við meir og minni óskiljandi verkum, sum sjáldan venda sær til onnur enn seg sjálvan, sigur Kim Simonsen, sum kortini heldur seg hóma glottar.
Hann vísir á, at tað hóast alt framvegis eru høvundar, sum seta uppá at siga universellar søgur um tað at vera menniskja. Millum hesar nevnir hann metsøluhøvundarnar, norska Johan Harstad og danska Carsten Jensen, sum báðir verða við á Bókmentadøgunum. Hinvegin ásannar Kim Simonsen, at tey eru mong, ið halda, at netupp tíðarinnar metsølubókmentir so sum krimisøgur, ævisøgur og siðsøgur eru at meta sum ein hóttan móti fínbókmentunum.
Men merkir hetta, at eitt nú krimisøgur ikki eru rættar bókmentir, ella hvussu?
- Tað fari eg ikki at taka dagar ímillum her, men eg haldi at kjakið er áhugavert. Og okkurt bendir á, at tað ikki er so svart/hvítt, sum tað sær ofta sær út. Til dømis nevndi svenski krimihøvundurin, Lisa Marklund, herfyri, at bókmentir í dag eru munandi meir demokratiskar enn fyrr, tá tær bara vóru fyri tey fáu og útvaldu, sigur Kim Simonsen.
Ov nógvur idyllur?
Men hóast undirhaldsbókmentir hava fingið alsamt fleiri fólk at lesa bøkur, er alt ikki bara idyllur. Ella tað er kanska netupp trupulleikin - at tað hevur verið ov nógvur idyllur á eitt nú føroyska bókmentapallinum seinnu árini
- Vit kunnu í hvussu er undrast yvir, hví vit hava so lítið av samtíðarskaldskapi á føroyskum. Og hví vit síggja so fá yngri episk talent. Eg haldi tað í øllum førum vera tankavekjandi, at meðan ungir føroyskir tónleikarar blóma og gera um seg allastaðni, eru ungir føroyskir rithøvundar meir at kalla ósjónligir, sigur Kim Simonsen.
Hesin eins og ein røð av øðrum spurningum verða serliga á skránni leygardagin, tá lagt verður upp til bókmentakjak í Norðurlandahúsinum.
Men longu í annaðkvøld verður starstkotið til Bókmentadagarnar latið av við maratonupplestri á Reinsarínum. Síðani verður hildið á út í eitt líka til sunnudagin, tá serligt ljós eisini verður varpað á barnabókmentir.
Tað eru Rithøvundafelag Føroya, Norðurlandahúsið, Outsider Magazin, Forlagið Eksil, Vencil, Rit & Rák og tiltakið "Tórshavn - fólkavald kommuna i 100 ár" sum í felga skipa fyri Bókmentadøgunum í Havn 4.-7. desember 2008.
Les meir um skránna fyri Bókmentadagarnar á www.rit.fo/bok