Taka nýggja smáttu í brúk á 75 ára degnum

Skótalið KFUM's 75 ára stovningardagin sunnudagin við at taka nýggju smáttuna millum Tjarna í Havnardali í brúk

Skótalið KFUM´s í Tórshavn verður 75 ár 9. februar 2016. Dagurin verður hildin sunnudagin 7. februar við skótaguðstænastu í Dómkirkjuni kl 11.00. Uni Næs Dómpróstur prædikar.

 

Skótarnir markera dagin við at taka eina skótasmáttu í brúk úti í Havnardali, tað verður ein av stovnarðinum sum fer at klippa snórin.

 

Seinnapartin klokkan 15 verður almenn móttøka í hølinum hjá KFUM í Havn, har øll eru vælkomin til ein bita. Skótarnir fara at framføra ymiskt til gaman og eisini vera røður hildnar.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir av smáttuni, sum skótarnir hava bygt úti í Havnardali.