Nýggja graslíkið á fótbóltsvøllinum í Sandavági verður alment tikið í nýtslu í morgin, leygardagin 10. juni.
Í hesum sambandi skipar Vága kommuna fyri almennari móttøku klokkan 09.45, og móttøkan verður uttan fyri Virkishúsið við Ánna.
Borgarstjórin, Bjarni Prior, fer at siga nøkur orð, og kommunan fer at bjóða kaffi og okkurt søtt afturvið.
Klokkan 10 verður fótbóltskapping á vøllinum. Tað eru U13 genturnar hjá 07 Vestur, sum skulu kappast.
Sambært heimasíðuni hjá Vága kommunu verða vitjandi liðini í Sandavági í morgin HB, FC Hoyvík og B36.