Taka nýggjan bygning í brúk

Gøtu skúlu hevur í morgun tikið nýggjan tilbygning í brúk. Fýra nýggjar skúlastovur eru í bygninginum, sum fer at gera tað meira rúmsátt hjá næmingunum.

Nýggi tilbygningurin fer at avlasta verandi skúla nakað, og skúlin fær eisini serstovur til eitt nú tónleik, heimkunnleika og handarbeiði.

Leiðslan í Gøtu skúla fegnast um útbyggingina, men ásannar eisini, at kringumstøðurnar kundi verið betri. Men sagt verður, at arbeitt verður við einari umbygging av spæliplássinum og liðugtgerð av einum nýggjum spæliplássi, og at hetta fer at gera trivnaðin í fríkorterunum munandi betri.