Taka ikki undir við pensjónsaldri hjá samgonguni

Andstøðuflokkarnir eru varnir, men taka ikki uttan víðari undir við landsstýrinum í at hækka pensjónsaldurin skjótari enn higartil ætlað

Hósdagin sendi Almanna- og mentamálaráðið út til hoyringar uppskot um, hvussu pensjónsónsaldurin kann hækka skjótari úr 68 ár upp í 70 ár. Ladnsstýrið ætlar at pensjónsaldurin skal hækka 10 ár skjótari enn tað, sum er lagt upp til í verðandi lóg um fólkapensjón.

Vit spurt leiðararnar í andstøðuflokkunum, hvørja støðu teir hava. 

Jenis av Rana vil ikki viðmerkja málið, tí tað er ikki viðgjørt í flokkinum enn. Hann væntar, at tey fara at viðgera tað í vikuni, og so skal hann siga, hvørja støðu hann hevur.

– Hetta er ikki nakað vit taka undir við bara soleiðis uttan víðari. Tað er tað ikki, sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum.

Hann sigur, at tey enn eru í samráðingum um tað. Hann veit eisini, at Búskaparráðið hevur trýst á fyri at fáa tað at ganga skjótari við at hækka pensjónsaldurin.

– Men tað eru eisini onnur viðurskifti. Tað er nakað við, hvussu vit kunnu gera nakað her og nú, og so er tað eisini haldførið í hinum endanum, tey yngru.

Her hugsar Beinir Johannesen um minkandi føðitíttleikan og fólkaflyting.

– Tað gongur bein øvutan veg, sigur hann.

Beinir Johannesen vísir á, at tey eru enn í samráðingum, og at tað eru nógv onnur viðurskifti sum spæla inn.

– Tað er bólkurin við øllum flokkum, sum situr saman. Løgmaður hevur sagt tað fyrr, at vit diskutera pensjónsalur, rentustuðul og so er tað almenni bygnaður, og so fíggjarpolitiska regluverkið. 

Onkrum av hesum væntar formaður Fólkafloksins, at tey taka undir við. Men hann kann siga greitt, at Fólkaflokkurin ikki bara soleiðis tekur undir við hesum partinum at hækka pensjónsaldurin.

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsflokins vísir fyrst og fremst á, at Sambandsflokkurin hevur víst á, at pensjónistar skulu sleppa at arbeiða.

– Fortreytin frá okkum fyri at hækka pensjónsaldurin er, at pensjónistarnir sleppa at arbeiða. Vit fyrihalda okkum ikki til hatta uppskotið meira enn tað.

– Vissi man meinar, at pensjónistarnir skulu arbeiða longri, so má tað eisini bera til hjá teimum at arbeiða. 

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum er, at arbeiðsinntøka ikki skal mótroknast í pensjónini. 

– Vit hava sagt tað, at um vit skulu vera við til at gera nakað við at hækka pensjónsaldurin, so vilja vit hava okkara uppskot við í spæl eisini um at pensjónistar skulu sleppa at arbeiða uttan at verða mótroknaðir í arbeiðsinntøkuni.

– Ein pensjónistur sum fer til arbeiðis, hann skal ikki mótroknast í pensjónini, tí so hevur tað ov stóra ávirkan á, hvussu nógv ella lítið hann fer at arbeiða – og um hann yvirhøvur tímur at fara til arbeiðis, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins.

– Tað stutta av tí langa er, at vit taka ikki undir við hasum, um okkara uppskot ikki verður tikið við, sigur Bárður Nielsen, sum leggur afturat, at samgongan ikki hevur avvíst tað.

Spurdur, um Sambandsflokkurin fer at taka undir við uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin skjótari, um flokkurin á onkran hátt fær sítt uppskot við, sigur Bárður Nielsen, at »so er tað til diskussión«.

 

---

 

Sambært galdandi lóg um fólkapensjón, har staðfest er, at pensjónsaldurin er 68 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1962, hevði fólkapensjónsaldurin komið upp á 70 ár fyri fólk, sum eru fødd í 1982. Men eftir uppskotinum hjá Sirið Stenberg, sum varð sent til hoyringar, verður hetta broytt soleiðis, at fólkapensjónsaldurin verður 70 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 31. mars í 1972.

 

Soleiðis verður pensjónsladurin sambært uppskotinum hjá landsstýrinum:

 

67 ár: Tey sum eru fødd fyri 1. juli 1957

 

67,5 ár: Tey sum eru fødd millum 1. juli 1957 og 31. desember í 1962

 

68 ár: Tey sum eru fødd millum 1. januar 1963 og 31. desember í 1966

 

68 ár og 3 mánaðir: Tey sum eru fødd millum 1. januar í 1967 og 30. september í 1967

 

68,5 ár: Tey sum eru fødd millum 1. oktober 1967 til 30. juni 1968

 

68 ár og 9 mánaðir: Tey sum eru fødd millum 1. juli 1968 til 31. mars 1969

 

69 ár: Tey sum eru fødd millum 1. apríl 1969 til 31. desember 1969

 

69 ár og 3 mánaðir: Tey sum eru fødd millum 1. januar 1970 til 30. september 1970

 

69,5 ár: Tey sum eru fødd millum 1. oktober 1970 til 30. juni 1971

 

69 ár og 9 mánaðir: Tey sum eru fødd millum 1. juli 1971 til 31. mars 1972

 

70 ár: Tey sum eru fødd eftir 31. mars í 1972.