Taka ikki ímóti reiðum peningi

Tað er neyðugt at hava gjaldskort við, um ein ætlar sær at keypa á Tórsvølli í kvøld.

Tað verður ikki møguligt at rinda við reiðum peningi í sølubúðunum á Tórsvølli í kvøld, tá ið B36 og HB spæla finaluna um Løgmanssteypið. Tað boðar Fótbóltssamband Føroya frá í skrivi seinnapartin.


- Eins og á festivalunum í summar, so verður einans kontantfrí søla í básunum á Tórsvølli til finaluna í Løgmanssteypinum. Tó verður møguleiki at nýta kontantar í No12, skrivar FSF á Facebook.


- Pantskipanin riggar á tann hátt, at 10 krónur verða goldnar í pant fyri fyrsta glasið. Næstu ferð, farið verður í básarnar, kunnu tómu plastgløsini latast inn, og tú sparir pantið. Ynskir tú at fáa pantið útgoldið, kunnu gløsini latast inn í trimum av sølubúðunum á Tórsvølli, siga tey frá FSF.


Finalan um Løgmanssteypið ímillum B36 og HB verður á Tórsvølli í kvøld kl.19.45. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.