Taka ikki bilin við um Skopunarfjørð

Talið av akførum, ið eru flutt um Skopunarfjørð er minkað við eini helvt síðstu árini

Strandferðslan flutti í 2017 208.189 ferðafólk og 31.757 akfør um Skopunarfjørð. Tað vísa nýggjast hagtølini hjá stovninum, ið vísa ferðafólkatalið síðan 2009.


Meðan talan er um ein vøkstur á umleið 25.000 ferðafólk síðan 2009, tá 183.282 ferðafólk brúktu farleiðina, og nýtt met í ferðafólkatalinum, so er talið av akførum, ið eru flutt um Skopunarfjørð hetta tíðarskeiðið langt frá gamla metinum.


Í 2009 flutti Strandferðslan 63.194 ferðafólk um Skopunarfjørð, men longu árið eftir byrjaði talið av minka. Í 2010 var talið 54.954 akfør, í 2011 var tað 49.622 akfør, í 2012 var tað 49.660 akfør, í 2013 var tað 39.976 akfør, í 2014 var tað 46.409 akfør, í 2015 var tað 29.728 akfør , í 2016 var tað 33.011 akfør og í 2017 flutti Strandferðslan 31.757 akfør um Skopunarfjørð.


Hóast talið av ferðafólkum á Sandoyarleiðini sostatt er voksið eitt lítið vet síðstu árini, so er tað, sambært tølunum hjá Strandferðsluni, einans helvtina so nógv akfør á leiðini sum tað var fyri níggju árum síðan.