Enn tað óvist um fakfeløgini fara at taka av tilboðnum frá Vinnumálastýrinum um at at taka arbeiðið uppaftur at gera uppskotið um seming á arbeiðsmarknaðinum, liðugt.
Sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, hevur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, bjóða fakfeløgunum uppí aftur arbeiðið at gera uppskotið um seming liðugt.
Upprunaliga varð ein arbeiðsbólkur , har fakfeløgini vóru umboðað, settur at gera uppskot um seming, men tað arbeiðiåð helt uppat, tí at ósemja tók seg upp ímillum fakfeløgini og Fíggjarmálastýrið um samsýsningina til nevndarlimirnar.
Men nú ætlar BjarniDjurholm, sum sagt, at fáa fakfeløgini uppí aftur arbeiðið.
? Vinnumálastýrið kom í tað løgnu støðu, at arbeiðið at gera uppskot um seming, steðgaði, tí at ósemja tók seg upp ímillum fakfeløgini og eitt heilt annað aðalstýri - Fíggjarmálastýrið- um nevndarsamsýningina.
Hvussu verður við nevndarsamsýningini, nú ætlanin er at taka arbeiðið uppaftur, er ikki greitt.
Bjarni Djurholm sigur, at Vinnumálastýrið hevur onki ímóti, at nevndarlimir, sum ikki hava arbeiði, ella sum hava lønarmiss av at vera við í arbeiðsbólkinum, fáa samsýning fyri nevndararbeiðið.
Men hann heldur ikki, at tað er rímiligt, at nevndalimir, sum fáa løn frammanundan, eitt nú fakfelagsformenn, eisini skulu hava nevndarsamsýning fyri at vera við í arbeiðnum.
? Tað halda vit er at fáa tvær lønir fyri at gera eitt og sama arbeiði.
Greiðar linjur
Joan Ziskason, formaður í Sjeymannabólkinum hjá fakfeløgunum, vísir aftur, at fakfeløgini tóku seg úr arbeiðsbólkinum.
?Arbeiðið helt uppat, tí at ósemja tók seg upp um samsýningina.
Hon sigur, at síðani hevur brævaskifti verður ímillum fakfeløgini og Fíggjarmálastýrið um, hvussu nevndarlimir skulu samsýnast.
? Men enn er onki avgjørt og ongin semja er funnin.
Hon sigur, at fakfeløgini hava boðað frá, at arbeiðið verður ikki tikið uppaftur, fyrrenn semja er fingin um samsýningina.
?Og tað standa vit við, sigur hon
Sostatt er tað enn ógreitt, um, ella nær, fakfeløgini fara at taka av tilboðnum frá Vinnumálastýrinum um at taka arbeiðið um uppskotið um seming uppaftur.
Hon sigur, at fakfeløgini krevja ikki, at t.d. løntir fakfelagsformenn, skulu fáa nevndarsamsýning eisini.
? Men tey, sum hava lønarmiss av at taka lut í nevndararbeiði, og tey, sum hava ferðaútreiðslur ella aðrar útreiðslur, eiga at fáa samsýning, sigur Joan Ziskason