- Hetta er ógvuliga spennandi og hetta er avgjørt nakað, sum allar kommunur í Føroyum eiga at spegla sær í.
Jón Kragesteen, dagligur leiðari í ráðnum fyri ferðslutrygd, er ómetaliga fegin um stórfingnu ætlanina hjá Tvøroyrar Kommunu á ferðslutrygdarøkinum.
- Vit kunnu ikki annað enn taka hattin av fyri tvørafólki, sigur Jón Kragesteen.
Tvøroyrar Kommuna hevur lagt eina miðvísa ætlan, sum hevur til endamál at gera Tvøroyri til ferðslutryggasta pláss í landinum.
Sostatt hevur kommunan gjørt eina ferðslutrygdarætlan, sum umfatar alt Tvøroyri, heilt úr Froðba, inn í botnin í Trongisvági.
Ætlanin umfatar alla Sjógøtu, sum er tann niðari høvuðsvegurin og síðugøturnar, sum eru bundnar í hana.
Hinvegin er ætlanin, at sum frálíður skal øll tung ferðsla beinast eftir tí ovara høvuðsvegnum, sum liggur omanfyri tað tættastu búsetingina.
- Onkrar Kommunur í landinum hava lagt onkrar ferðslutrygdarætlanir fyri ávísar øki í einum býi, men tað er ógvuliga avmarkað og ætlanin hjá Tvøroyri er tann fyrsta í Føroyum, har ein kommuna fer undir eina heildarætlan fyri at kalla allan býin, sigur Jón Kragesteen.
Hann fegnast eisini um, at ætlanin fyri Tvøroyri liggur ógvuliga tætt uppat teimum tilmælum, sum Ráðið fyri ferðslutrygd hevur um, hvussu ferðslan eigur at verða skipað, fyri at bøta munandi um trygdina.
Hann er eisini hugtikin av mátanum, sum Tvøroyrar Býráð er farið til verka upp á í hesum sambandi.
- Her er talan um eina tvørfakliga verkætlan, har arkitektar og verkfrøðingar hava arbeitt saman um at skapa eina so góða heildarloysn sum gjørligt, har tað bæði verður hugsað um tekniskar loysnir og útsjóndina. Men harumframt hevur ein borgarligur fylgibólkur av vanligum tvørafólki verið við og er komin við mótspæli og hugskotum.
Nýskapandi ætlan
Eftir ferðslulógini er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman í bygdum øki, men eitt afturvendandi tilmæli frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur verið at lækka hámarksferðina niður í 40 ella enn longur niður í bygdum øki.
Ein týðandi partur í ferðslutrygdarætlanini á Tvøroyri er nettupp at seta hámarksferðina niður í 40 kilometrar um tíman ígjøgnum allan býin.
Men fyri at tálma ferðini enn meiri, er ætlanin at gera nøkur heilt serlig steðgipláss til bussar, sum ikki eru nakra aðrastaðni í Føroyum.
Í hesum sambandi er ikki ætlanin, at bussarnir skulu inn til síðuna at steðga at seta fólk at og taka fólk upp í.
Tvørturímóti er ætlanin at gera serligar busslummar, har vegurin við hvørt steðgipláss verður smalkaður niður í eitt spor, so at bussurin í roynd og eru steðgar mitt á vegnum. Sostatt kunnu fólk fara í bussin ella úr honum beint av gongubreytini í bæði borð.
- Tað ger, at bæði bilar, sum koma ímóti bussinum og bilar, sum koma aftaná honum, mugu steðga á, ímeðan bussurin setir fólk av og tekur fólk upp í.
Tað henda nógv óhapp og nógvar vanlukkur, tí at bussar noyðast at skifta spor, hvørja ferð, teir stegða at seta fólk av og taka fólk upp í, men við hesum serligu buss lummunum, slepst undan at skifta spor.
Í ferðslutrytgdarætlanini hjá Tvøroyrar Kommunu er ætlanin at gera sjey slíkar busslummar á vegastrekkinum ígjøgnum býin.
Jón Kragesteen sigur, at hetta slagið av busslummum eru ikki ókendir uttanlands, eitt í Gøteborg í Svøríki.
- Í Føroyum hevur vanliga atfinningin verið, at tað ber ikki til at hava slík steðgipláss í Føroyum, tí ferðslan er so nógv.
- Men í Gøteborg hava tey roknað seg fram til, at hesir busslummarnir tola eina ferðslu upp á 5000-8000 bilar um dagin.
- So nógv ferðsla er ikki nógva staðni í Føroyum og so slett ikki á Tvøroyri.
Jón Kragesteen sigur, at Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir eisini til, at Løgting og landsstýrið áleggja øllum kommununum at gera slíkar ferðslutrygdarætlanir, men enn er tað ikki hent.
Men at so mikið meiri prísverdugt er tað, at Tvøroyrar Býráð fer undir eina so víðskygda ætlan, áðrenn tað er lógarkrav, heldur hann.









