Pakistanskar trygdardeildir fóru í dag undir at taka húsini, sum yvirgangsleiðarin Osama bin Laden búði í, til servandir amerikanskir hermenn gjørdu av við hann í mai í fjør. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP frá keldum í pakistonsku løgregluni.
Pakistanska trygdartænastan hevur havt eftirlit við húsunum síðani tað amerikanska álopið. Eygnavitni hava greitt frá, at hermenn hava stongt vegirnar, sum ganga til húsini, sum eru í býnum Abbottabad, og tíðindafólk hava fingið forboð fyri at taka myndir av húsunum.
Sambært tíðindastovunum er tað ikki óvanligt, at pakistanska trygdartænastan oyðileggur hús, sum hernaðarligir leiðarar í Taliban ella al-Qaeda hava búð í.










