JFK
Arbeiðarafeløgini í Klaksvík, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, hava á fundi, 25. juli viðgjørt støðuna, nú Føroyagrunnurin hevur avgjørt at selja 67% av partapeninginum í JFK til Hanus Hansen, stjóra og Norðoya Sparikassa. Feløgini hava eisini viðgjørt tey úttalilsi, sum løgmaður hevur havt í Útvarpi Føroya um hetta mál.
Taka undir
- Vit taka fult undir við teirri avgerð, sum nevndin í Føroyagrunninum hevur tikið í samband við søluna av partabrøvunum. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at friður valdar um størsta arbeiðspláss í Klaksvík, og vit fegnast um, at vissa nú er skapt um felagið, JFK og at hesa vissa er tryggjað við einum eigaraskara, hvørs áhugamál eru í lokalsamfelagnum
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag fegnast um, at eigararnir av fyritøkuni leggja stóran dent á at tryggja arbeiðsplássini í fyritøkuni og hava ætlanir um at betra um handilsliga grundarlagið hjá felagnum.
Sáar iva
Feløgini siga, at tey ivast í rættleikanum í, at landsins hægst valdi persónur sáar iva um álitið á nevndini í Føroyagrunninum, og í hesum sambandi vísa tey til tað, sum løgmaður hevur sagt um málið.
- Undirritaðu feløg hava umboðan í nevndini í Føroyagrunninum, og meta vit nevndina í grunninum vera dugnaliga og álítandi.
Arbeiðarafeløgini vísa á, at nevndin í Føroyagrunninum hesi seinastu 12 árini hevur økt um eginogn grunsins við meira enn 120 miljónum krónum úr 1,5 miljón krónum í 1993 til 122 miljónir krónur í dag.
- Vit ynskja JFK-samtakinum alt tað besta í framtíðini og vænta, at politiski myndugleikin letur málið fáa frið - og tekur til eftirtektar fulla myndugleika grunsins, siga Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.