Tropiski stormurin ?Alex?, sum ger um seg í Meksikoflógvanum, hevur noytt British Petroleum og Shell at taka fleiri hundrað fólk av sínum oljupallum har. Talsmaðurin fyri BP sigur, at avgerðin at flyta fólkið av oljupallunum hevur onga ávirkan á arbeiðið at rudda eftir ta ógvusligu oljudálkingina har norðuri í Meksikoflógvanum.
Sum er fer illveðrið ikki at ávirka oljudálkingina stórvegis, men veðurmenninir siga, at broytir ?Alex? kós og fer longri norðuryvir enn væntað, kann illveðrið trýsta nógv olju inn ímóti teimum amerikonsku suðurstatunum.
Amerikanska veðurstovan væntar, at ?Alex? fer at menna seg til eina tropiska beint eftir viksukiftið, tá hon fer ímóti meksikonsku eysturstrondini.