Apotekið setir hendan mánaðin kikaran á turran munn
Hetta er ein trupulleiki, sum serliga rakar eldri fólk, men hetta kann eisini vera eitt sjúkueyðkenni.
Orsøkin til, at fólk fáa turran munn, er hon, at lítið ella einki spýtt kemur frá rákakertlunum, og tað ger, at muðurin gerst turrur. Tað kann vera ótolandi, og í summum førum er torført at svølgja, tala ella tyggja.
Í tíðindaskrivi sigur Apotekið, at tveir hættir eru at veita linna, um muðurin gerst turrur. Annar er at stimbra soleiðis, at rákakertlarnir náttúrliga gera meira spýtt. Her eru sukur- og sýruleys bomm og tyggigummi ein góð loysn. Er tað ikki nóg mikið, er hin loysnin at fáa sær evni, ið veita ta vætu, sum munninum tørvar.
Gerst muðurin turrur, kann tað vera tekin um fleiri sjúkur, m. a. diabetes 1 og 2 og Sjøgrens sjúka, men vanligasta orsøkin til bágan er kortini inntøka av heilivági. Okkurt slag av heilivági ger, at muðurin gerst turrur. Tað er m. a. galdandi fyri ávís sløg av heilivági fyri lungnasjúkuna KOL, tunglyndi og høgt blóðtrýst.
Fær ein illgruna um, at muðurin gerst turrur av heilivági, er best at seta seg í samband við læknan. Ofta er loysnin at fáa annan heilivág. Viðgerð við heilivági skal kortini ikki brótast av í ótíð heldur ikki, um muðurin gerst turrur.
Spýttið røkir eina røð av týðningarmiklum uppgávum í munninum, m. a. stimbrar tað sodningina av matinum og hjálpir til at reinsa tenn og munn. Er ov lítið av spýtti, økist váðin fyri sjúkum í munninum, m. a. váðin fyri, at tenninar fara at brenna og bruni kemur í tannkjøtið.
Er muðurin turrur, skal hann røkjast betur fyri at fyribyrgja bruna í tannkjøti ella holum í tonnunum. Umframt at busta tenn morgun og kvøld, eigur tað eisini at gerast eftir hvørja máltíð. Harafturat er gott at vitja tannlækna regluliga og at reinsa við tanntráði millum tenninar.
Í sambandi við átakið er gjørdur ein faldari, sum fæst á apotekunum kring landið.