Í einum átaki ímóti kvinnuhandli og skipaðum skøkjulevnaði tók løgreglan í Keypmannahavn 40 útlendskar kvinnur í nátt Tær 40 útlendsku kvinnurnar hava sambært løgregluni arbeitt sum skøkjur á gøtunum á Vesturbrúgv. Kvinnurnar eru úr Afrika og londum í Eysturevropa, og tær eru til avhoyringar í morgun.
Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at tær kvinnurnar, sum ikki hava uppihaldsloyvi í Danmark, verða vístar av landinum.
Undir átakinum tók løgreglan eisini fimm fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava selt rúsevni.