Haslev Udvidede Højskole hevur havt nógvar føroyskar næmingar øll tey árini, skúlin hevur verið til. Og tey ætla framvegis at hava føroyingar í næmingahópinum. So føst er ætlanin, at tvey fólk frá skúlanum júst hava verið ein »charmuferð« í Føroyum til at fáa nýggjar næmingar á skúlan.
Sum tá føroysku skipararnir í gomlum døgum ferðaðust bygd úr bygd at biða fólk, komu fólk frá tí av føroyingum fyrr so kenda háskúlanum í Haslev hendanveg fyrr í vikuni at royna at fáa nýggjar næmingar til komandi skeiðið á skúlanum. Lisa Schmidt, lærari, og Martin Dam, húsavørður, vóru í ferðalagnum.
Haslev Udvidede Højskole er linjuskúli við fýra linjum. Tónleikur, kristnikunnleiki og religión, ferðaháskúli og natúr og fríluftslív, sum tey nevna linjurnar. Umframt eru nógv onnur spennandi evni á skúlanum greiða tey bæði Martin og Lisa frá.
Lisa Schmidt stendur sjálv fyri ferðaháskúlanum, sum seinnu árini hevur ferðast fast til Mongolia. Men eisini hinar linjurnar hava allar ferðir á skránni. Hvør hevur sína eftir sum gjørt verður av. Tó er ein skíðfeð til Noregs føst á hvørjum vetri.
Nógvir føroyingar seta Haslev Udvidee Højskole í samband við heimamissiónina. Tætt samband hevur eisini í farnari tíð verið millum missiónina og skúlan. Men nú er ikki so meira, greiðir Lisa Schmidt frá. Heimamissiónin er farin úr leiðslu skúlans. Hinvegin eru KFUM & K enn knýtt at skúlanum, sigur hon.
Ferðandi háskúlin, sum Lisa Schmidt stendur fyri, er eitt samstarv millum skúlan, eitt skótalið í Mongolia og KFUM skótar í Danmark.
Hon sigur, at tey hava eina fimm ára verkætlan, sum tey arbeiða við í Mogolia, har tey í felag seta ymiskt tiltøk í verk, sum kunnu menna og hjálpa teimum, ið tey samstarva við, á ymsan hátt.
Næmingarnir úr Haslev fara á eina 10 vikur langa ferð til Mongolia, har tey búgva hjá privatfólki. Tey gjalda sjálvi fyri ferðina, hóast tað er partur av háskúlaskeiðinum.
Lisa Schmidt sigur, at tað tykist, sum fólk í dag ikki reiðiliga vita, hvat ein háskúli er. Tískil er næmingatilgongdin eisini álvarsliga minkandi í mun til tað, skúlarnir hava møguleika fyri at taka inn. Og fleiri danskir háskúlar eru eisini afturlatnir seinnu árini.
Um Haslev Udvidede Højskole sigur hon, at skúlin hevur møguleika fyri at hava 120 næmingr á skeiði. Men seinasta skeið vóru tey bara 30. Ferðandi skúlin plagar tó at verða mannaður. 12 næmingar sleppa við, og tey royna at býta millum gentur og dreingir. Aldurin siga tey skal vera í hvussu er oman fyri 18 ár. Í løtuni er næsta ferðaliðið ikki mannað, sigur Lisa Schmidt. Bara átta næmingar eru teknaðir enn. Alt gentur. So brúk er fyri fýra røskum dreingjum, sum hava hug at ferðast við Transsibirisku jarnbreytini um Russland, Kina og Mongolia í eina viku ávegis til eina mongolska familju, sum teir so í einar tveir mánar skulu búgva hjá.
Hetta serliga háskúlaskeiðið kostar út móti hálvthundraðtúsund krónum. Tó er ein møguleiki at fáa nakað av ískoyti, greiðir Lisa Schmidt frá. Tað er, um tú ert KFUM skóti, sum tey hava samstarv við. Teir fáa nevniliga stuðul frá donsku skótarørsluni til júst hesar ferðirnar, sigur hon.
Meira um Haslev Udvidede Højskole fæst at vita á heimasíðuni www.huh-hojskole.dk.










