Fuglfirðingurin Niels Midjord er aktuellur við nýggjari fløgu, har hann tulkar nakrar av kendastu yrkingunum hjá kanadiska yrkjaranum og tónaskaldinum, Leonard Cohen.
Niels Midjord hevur sjálvur týtt sjey av løgunum, meðan bygdamaðurin Alexandur Kristiansen hevur týtt trý.
Í formælinum til fløguna hugleiðir Niels Midjord um, hvat tað er í skaldskapinum hjá Niels Midjord, sum fangar fólk.
- Eyðkent fyri hann eru hansara sansaligu lýsingar, sum hann ofta flættar saman við endurgevingum og myndum úr Bíbliuni, soleiðis at tað endurgivna kastar ljós á tað sansaliga og øvugt. Í mínum umsetingum havi eg tilvitað tónað nakrar av sansaligu lýsingunum niður, bæði fyri sjálvur at kunna syngja tær sannførandi, men serstakliga tí eg haldi, at tær í okkara hugaheimi flyta fokusið frá tí, sum hann vil siga, tí tær stoyta, har sum tær ikki eru ætlaðar at stoyta, sigur Niels Midjord millum annað í formælinum.
Talan er um djarvar tulkingar, har bæði Niels og Alexandur taka sær rætt til at nýta orðaspøl og á einfalda hátt broyta heitini á kendu songunum hjá Cohen.
Soleiðs gerst Suzanne til Sanna, Dance me to the End of Love gerst Dansa meg til kærleikans trom, og Bird on the Wire heilt einfalt Sum ein fuglur.
So leingi og so inniliga elskaði eg teg
og kenslan er tann sama, sjálvt um alt gekk skeivan veg
eg hugsi ikki, tíðin lekir sárini, tú sást
har eru eingi ráð, har eru eingi ráð, har eru eingi ráð ímóti ást.
Soleiðis byrjar tulkingin av kenda lagnum av fløguni Im Your Man frá 1988. Lagið er eitt av fimm løgum á fløguni, ið Niels Midjord syngur saman við Nikolinu Midjord.
Hóast sín høga aldur, Cohen er føddur í 1934, er kanadiumaðurin sera væl umtóktur, eisini í Føroyum.
Herfyri skipaði kvívíksprestur, Theodor E. D. Olsen, fyri fleiri Cohen konsertum í Kvívíkar Kirkju, og vóru tær sera væl umtóktar.
Nú er fuglfirðingurin, Niels Midjord, so á gøtuni við nýggjari fløgu við føroyskum tulkingum eftir Leonard Cohen.
Niels Midjord var gestur í morgunsendingini á Rás2 í morgun. Hann hevði gittaran við, og framførdi eisini fyri lurtarunum.