ST hevur havnað einari umsókn frá Taiwan um limaskap í heimsfelagsskapinum. Men taiwanska stjórnin ætlar sær ikki at sleppa málinum. Grundgevingin hjá ST er, at sambært einari aðalfundarsamtykt frá 1971 er Fólkalýðveldið Kina limur í heimsfelagsskapinum. Taiwan var limur í ST frammanundan, men misti limaskapin tað sama árið.
Stjórnin í Taiwan umhugsar at halda fólkaatkvøðu næsta ár um limaskap í ST, men kinesiska leiðslan hevur boðað frá, at hon fer ikki at góðtaka eitt tílíkt stig.
-Kina fer at meta eina tílíka fólkaatkvøðu sum eitt tiltak, ið kann hava við sær, at Taiwan fer at loysa frá Kina, og tí er Kina til reiðar at brúka hermegi ímóti einum tílíkum tiltaki, sigur ein kinesiskur serfrøðingur við Reuters.