Tættari skúlasamstarv í Suðuroyar syðru hálvu

Savnsmynd av Sumbiar skúla

Vágs skúli, Porkeris skúli og Sumbiar skúli hava fingið játtan til samstarv, har endamálið millum annað er at fáa sum mest burtur úr samlaða lærarahópinum.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum.

 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur játtað eini umsókn um royndar- og menningarvirksemi, har skúlarnir í syðru hálvu av Suðuroynni søkja um tímar, so tættari samstarv verður millum skúlarnar í økinum.

 

Í umsóknini verður endamálið lýst soleiðis:

 

Vit ynskja at byrja eitt yvirskipað samstarv og lýsa møguleikarnar hjá skúlunum at arbeiða saman. Her verður bæði hugsað um á leiðslu/lærarasíðuni og eitt tættari samstarv millum næmingar. Endamálið er at fáa sum mest burtur úr samlaða lærarahópinum í skúlaøki okkara, umframt at lætta skúlaskiftið hjá næmingum, sum koma úr Sumba og Porkeri til Vágs í 8. flokk.

 

Nevnt verður eisini, hvat innihaldið í høvuðsheitum snýr seg um.

 

Og har verður millum annað nevnt, at tímatalva kann leggjast í felag, so til ber at “læna” lærarar hvør frá øðrum, og verður sagt, at hetta er við til, at lærarar í Vágs skúla koma at kenna næmingar í Sumba og Porkeri frá skúlabyrjan. Eisini koma lærarar í skúlunum at kennast betur.

 

Sagt verður eisini, at lærarar í Sumba og Porkeri koma at kenna, hvussu tað er at starvast á einum størri skúla við nógvum næmingum og lærarum, og at lærarar í Vágs skúla hinvegin koma at kenna, hvussu tað er at starvast á einum lítlum skúla við fáum næmingum og 2-3 lærarum.

 

Ætlandi vera felags námsfrøðiligir fundir á skránni árliga, og umhugsað verður eisini at lýsa størv leys í felag, so fakligi tørvurin verður dekkaður tvørtur um skúlamørkini.

 

Komið verður eisini inn á ætlanir um felags tiltøk innan t.d. ítrótt, og tá tað snýr seg um evnisdagar og  merkisdagar.

 

Sum dømi verður millum annað víst á, at næmingar kunnu hittast til ein náttúru- og tøknidag í Porkeris skúla. Eisini kunnu næmingar í Porkeris skúla og Sumbiar skúla hittast í Vágs skúla, eftir at eldru næmingarnir eru farnir í lesifrí, har eitt nú sang- og rørsluløtur kunnu vera á skránni.

 

Komið verður eisini inn á felags sang- og tónleikaløtur og at vera í felag um Legoleague.

 

Lagt verður aftrat, at skúlarnir longu hava tað í felag, at næmingar úr Sumba og Porkeri koma til Vágs í 8. flokk og taka fráfaringarroynd fólkaskúlans í Vágs skúla, skrivar www.skulabladid.fo.

 

Savnsmynd av Sumbiar skúla