Tær tosa um opinleika í Helsinki

Hvussu kunnu høvuðsstaðirnir í Norðurlondum gerast gjøgnumskygdari? Hvussu fáa vit fólkaræðið út til fólkið? Og hvussu fáa borgararnir størri ávirkan á menningina í høvuðsstaðnum?

 

Hetta eru millum spurningarnar, sum Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, viðgera í Helsinki í dag. Saman við politikarum úr hinum høvuðsstøðunum í Norðurlondum eru tær í Finnlandi fyri at umrøða felags avbjóðingar og samstarv.

 

Tórshavnar kommuna skrivar, at borgarstjórin í Helsinki, Jussi Pajunen, beyð luttakarunum vælkomnum í gjár og legði fyri við at siga, at nógv fólk leita móti høvuðsstøðunum, og at býirnir tí vaksa skjótt. Síðani varð farið undir at viðgera gjøgnumskygnið og opinleika í býum, sum er evnið á ráðstevnuni hesaferð.

 

Ráðstevnan er á skránni annaðhvørt ár, og hesir býir eru umboðaðir á ráðstevnuni: Helsinki, Stokholm, Oslo, Keypmannahavn, Mariehamn, Reykjavík og Tórshavn.

 

Á myndini eru Gunvør og Annika uttan fyri høvuðsinngongina til ráðhúsið, har ráðstevnan verður hildin.